Týsdag 4. juni

Elsa og Helena skriva

Í dag var okkara síðsti dagur í Spania. Vit komu upp umleið kl.08, síðan fóru vit at eta mongunmat, og síðan fóru vit við bussinum, ið koyrdi 09:30. Tey flestu høvdu pakka kvøldi áðrenn, so vit fóru beint avstað. Vit skuldu flúgva kl.13:30, so vit høvdu góða tíð á flogvøllinum. Veðrið var ógvuliga gott, og flúgvitúrurin var sera góður. Túrurin tók tríggjar tímar og tíggju minuttir. Dagurin í dag hevur verið strævin, men sera góður.