Hósdag 31. mai

Silas og Jákup skriva:

Í morgun vaknaðu vit tíðliga. Síðani fóru vit at eta morgunmat, og valdu at møtast niðri í móttøkuni.

Vit skuldi við bussi til Marineland, ið liggur 10 minuttir frá hotellinum. Tá vit komu til vatnlandið, keyptu vit billettir til Marineland, og beint tá vit komu inn, tóku vit myndir við papageykum. Tá ið myndin var tikin ,fóru vit beinavegin at skifta til svimjiklæðir. Tá ið vit vóru komin í svimjiklæðini varð tað heitt. Jákup og Silas gloymdu sólkrem, og teir brendust beinan vegin um herðarnar. Vit royndu næstan allar rutsjubanarnar, men vit tímdu ikki meira, tí man gjørdist so kaldur, tá ið man kom úr rørinum. Kl. 12.30 var delfinshow á skránni. Har sóu vit 6 delfinir vísa okkum alskyns kynstur.

Tá vit ikki orkaðu meira valdu vit at sleppa okkum heim aftur. Tá tóku vit tveir taxabilar heim, so tað gekk skjótari at koma heimaftur. Tá vit komu heimaftur, fóru vit í kamarið ,til orkan kom í okkum aftur. Nakað seinni, komu Hanus og Tór Jógvan yvir til okkum, og vit fóru ein gongutúr. So fóru vit til døgurða og fingu aftur góðan mat. Aftan á døgurða fóru Jakup og Hanus ein túr í hylin at svimja