Týsdag 29. mai

Hanus og Tór Jógvan skriva:

Tíðliga í morgun fóru vit úr Vágum til Santa Susanna í Spania. Tá vit lendu í Barcelona koyrdu vit við bussi til hotellið. Í hotellinum er ein svimjihylur, spa og mangt annað. Veðrið var sera gott so øll fóru í svimjiklæðir og so út at sóla sær og svimja.

Tað var ein róligur dagur, har vit svumu á sjónum og í svimjihylinum og hugnaðu okkum her á hotellinum. Vit hava eisini gingið túr í nærumhvørvinum og hugt í handlar. Har er nógv at fáa :)

Á hotellinum er sera lekkur matur, og Sarita royndi enntá at bíleggja borð á sponskum, men hennara spanska er nokk eitt sindur "rustað" tí hon bílegði ikki bara borð til 10, men til 100 fólk. Tað fingu vit tó rættað áðrenn tænarirnir byrjaðu at seta borð saman til 100 fólk.