Sunnudag 3. juni

Jórunn og Maria skriva

Kl 9:15 í morgun fóru vit til eitt flott cava hús, ið kallast Freixenet. Les nærri her https://freixenet.dk/#freixenet

Freixenet er eitt av heimsins kendastu "champagnu" sløgum. Tó er tað ikki loyvi at kalla tað champagna, tí bert champagnan, ið verður gjørd í Frankaríki kann vera kallað champagna. Tí kalla tey tað cava. Vit byrjaðu við at hyggja eftir einum stuttum filmi um Freixenet, har vit sóu hvussu tvær familjur stovnaðu Freixenet í átjan-hundrað og grøntkál. Síðani vóru vit niðri í kjallarunum og sóu alt um framleiðsluháttin av cava. Síðani fóru vit ein túr við einum toki runt í húsinum. Til endans var møguligt at royna cava, men vit "børnini" sluppu bert at fáa víndrúvu-djús. Tó var okkara ferðaleiðari (Kasper) so fittur, at geva okkum eina fløsku av cava frá Freixenet, ið kom avbera væl við seinni út á kvøldið.

Síðani fóru vit við bussi, niðan á eitt høgt fjall, Montserrat. Heilt uppi á fjallinum var ein stór matstova, har vit øll keyptu okkum buffet. Tá vit høvdu etið, gingu vit ein túr yvir til ein kross, ið ar hægri uppi. Har var ógvuliga gott útsýni, sjálvt um eitt sindur av mjørka og regni var. So gekk leiðin yvir til eina flotta katólska kirkju, ið eisini er á fjallinum. Í kirkjuni var tann svarta jómfrúgvin, ið kallast Madonna. Fólk, oftast tey ið eru sjúk ella hava trupulleikar, leggja hond á hana, sum eina vón um grøðing. Hetta er tað næst mest vitjaða staðið í øllum Spania. Hanus og Jákup fóru niðan at leggja hond á Madonnu, men tíðanverri er sjónin hjá Hanusi ikki batnað.

Tá vit komu heim, ótu vit ein lekkran døgurða á hotellinum. Aftaná fóru øll inn í kamarið hjá Jórunn og Mariu at smakka tað lekkra cavaðið, vit fingu frá Kasper. Nú var tað so óheppið, at Jákup opnaði cavafløskuna mitt í seingini hjá Jórunn og Mariu, og tað kom cava á bæði veggir, sengur, loft og gólv. Annað enn tað, smakkaði cava bara heilt væl.