Mánadag 4. juni

Jákup og Silas skriva

í dag, valdu dreinginir at vera heima á hotellinum, í meðan genturnar fóru á ein innkeypstúr til Barcelona.

Dreinginir valdu so at sova leingi, og droppa morgunmatin. Tá teir eina ferð komu upp, fóru teir beint út á eina matstovu at keypa sær "morgunmat", ið var spare-ribs. Tá teir komu aftur frá morgunmatinum, fingu Hanus og Jákup eitt sera gott hugskot, og tað var at fara í spa. Teir søgdu tað var ræðuligia avslappandi og viðmæltu at øll skuldu royna tað. Tá teir vóru á veg aftur til kamarið kom eitt starvsfólk og bað teir koma at spæla "Water-Basket" (Kurva bólt í hylinum). Teir fóru síðani niðan á kamarið at skifta til svimjiklæðir. Tá ið teir høvdu skift til svimjiklæðir, fóru teir oman, og hoppaðu beinan vegin útí at spæla "Water-Basket".

Tá ið teir vóru lidnir í hylinum, ætlaðu teir at leiga súkklur, men tað gekk ikki so væl ,tí at konan ið sum stóð fyri súkklunum, segði við teir at tað vóru einans familjur ið kundu leiga súkklur í dag. Tá hugsaðu teir at biðja læraran Gulak um at koma við teimun at leiga súkklur, og tá tá gekk alt sum tað skuldi við súkklunum. Á súkklitúrinum komu teir fram á eitt springvatn, har ið teir drønaðu beint ígjøgnum tað og gjørdust dýggjvátir, men tað var øgiligia stuttligt søgdu teir. Tá ið teir vóru lidnir í springvatninum, fóru teir ein langan og deiligian súkklutúr runt Santa Susanna.

Gentunar fóru við toki til Barcelona, hartær fóru út at shoppa tað teimun lysti.. Tá tær blivu svangar, fóru tær at eta á eini matstovu, ið eitur "Hard Rock Café," http://www.hardrock.com/cafes/barcelona/es

Tær siga, at maturin var avbera góður. Tá tær vóru komnar heimaftur, fóru tær út aftur eina seinastu ferð at keypa tað síðsta í Santa Susanna.