Møgulig sjúka ella forfall: Næmingur, ið verður sjúkur ella fær annað álvarsligt forfall í uppgávuvikuni, má beinanvegin venda sær til skúlan at boða frá. Læknaváttan skal útvegast beinanvegin. Skúlin tekur so støðu til, um skrivitíðarskeiðið verður longt, ella um næmingurin skal skriva eina nýggja verkætlan, sum vanliga verður løgd í páskafrítíðini. Ein nýggj verkætlan verður skrivað um sama evni, men fær eina nýggja uppgávuorðing.
Næmingar fáa uppgávuorðingina til breytarverkætlanina við telduposti fríggjadag 24. januar umleið kl. 15. Um onkur ynskir orðingina á pappíri, ber til at venda sær til skrivstovuna.
Mánadag 27. januar til fríggjadag 7. februar hava næmingar, ið skriva breytarverkætlan, undirvísingarfrí til at arbeiða við verkætlanini.
Næmingar kunnu fáa vegleiðing frá vegleiðarum sínum í øllum verkætlanar¬tíðarskeiðnum heilt fram til innlating.
Høvi verður at sita á skúlanum og arbeiða við breytarverkætlanini. Skúlin bjóðar morgunmat kl. 9.00 í kantinuni í skrividøgunum. Tey, ið taka av hesum tilboði, skulu tekna seg á skrivstovuni í seinasta lagi kl. 14 dagin fyri.
Breytarverkætlanin skal latast inn talgilt sum PDF-fíla í Wiseflow í seinasta lagi fríggjadag 7. februar kl. 15.00. Tað er umráðandi, at latið verður inn rættstundis!
Tað er umráðandi, at allur tekstur er næmingsins egni tekstur. At avrita tekst frá øðrum (herundir eisini vitlíki), at umskriva tekst frá øðrum ella at endurnýta egið, áður dømt avrik uttan týðuliga ávísing verður roknað sum snýt ella í besta føri sum ósjálvstøðugt arbeiði og gevur oftast vánaligt próvtal. Hetta telur ikki upp í metingini, heldur tvørturímóti. Sí § 18 í Próvtøkukunngerðini.
Sí bókling: Ein góð verkætlan heyst 2024
Videovegleiðingar til at gera keldulistar, síðuhøvd og annað: Verkætlanir (Teams)
Búskapar-, hug- og náttúrubreyt:
Fyrireikingarbreyt (HF):
Skúlin hevur orðað hesar reglur fyri nýtslu av vitlíki:
Vitlíki skal altíð bara nýtast við læring fyri eyga, til íblástur, vitanarleiting, fyrireiking og sum heild at styrkja fakliga førleikan.
Tá vitlíki verður nýtt til íblástur ella vitanarleiting, er umráðandi at vera kritisk/ur og sjálv/ur at granska tær keldur, ið víst verður til. Tú hevur í øllum førum ábyrgd av tí tilfari og teimum keldum, tú brúkar. Umráðandi er eisini at fáa upplýsingar váttaðar gjøgnum aðrar keldur, t.d. lærubøkur. Brúka egið vit og skil – tað røkkur ofta langt.
Tað er umráðandi, at tú sjálv/ur skrivar/roknar tínar uppgávur og tekur ábyrgd av tíni læring. Vitlíki má ongantíð nýtast til at sleppa undan at skriva eina uppgávu sjálv/ur. At kopiera tekst hjá øðrum inn í uppgávuna, ella at leggja seg tætt at øðrum teksti uttan at nýta júst somu orð, kemur undir plagiering. Tað er snýt.
Um tú setur tekst, ið onnur hava skrivað, inn í uppgávuna, eigur hetta altíð at vera gjørt sum sitat við kelduávísing. Hetta er eisini galdandi fyri vitlíki.
Vitlíki (Artificial Intelligence, AI) er eitt nýtt talgilt amboð, ið eins og onnur amboð má nýtast við skili, og eins og onnur talgild amboð má hetta bert nýtast, tá tað stuðlar undir læringina.
Talgilding er ein týðandi partur av veruleikanum í dag. Skúlin skal vera lestrarfyrireikandi og almennandi, og talgilding er ein fastur og neyðugur táttur í almennandi partinum. Skúli og undirvísing hava læring, djúphugsni og hugsavnan sum aðalmál – uttan talgilt órógv.