Ymiskar lærugreinar hava ymisakr innlatingar í gjøgnum árið.
Sí vegleiðing í Teams > KT-vegleiðing næmingar > Orðabøkur og rættstavari.
Støðisverkætlan
Allir næmingar skriva eina støðisverkætlan fyrsta árið.
Breytaruppgáva BU
Á hugbreytini, náttúrubreytini og búskaparbreytini skriva næmingar breytaruppgávu á 2. ári.
Breytauppgáva verður ikki skrivað á fyrireikingarbreytini.
Breytaverkætlan BV
Seinasta stóra uppgáva er breytaverkælanin, sum verður skrivað seinasta árið á skúlanum.
Til allar sórar uppgávur:
Formlig krøv til Støðisuppgávuna
Formlig krøv til BU
Á fylgjandi kanal eru vegleiðingar til dømis til keldulistar, síðuhøvd, síðutal, innihaldsyvirlit og forsíða. Vegleiðingarnar eru til Windows og Mac.
Í próvtøkutíðarskeiðnum er internetið avmarkað soleiðis, at tit einans hava atgongd til ávísar heimasíður so sum Wiseflow, orðabøkur og s-bøkur. Tit hava eitt nú ikki atgongd til Office-forritini on-line, so tí mugu tit tryggja tykkum, at tit hava alt tilfar á telduni, sum tit skulu brúka til próvtøkurnar.
Ikki ein partur av skúlans "single sign on".
Brúkaranavn er tín skúla-teldupost-adressa, men loyniorðið hava tit sjálvi ásett. Um tit hava gloymt loyniorðið, kunnu tit fáa Wiseflow at endurseta tað.
Sí 5 video-vegleiðingar um viseflow
Tá tit eru til skrivligar próvtøkur, er meginreglan tann, at tit bara kunnu lata eina fílu inn. Hetta skal vera ein pdf-fíla. Tit mugu sostatt tryggja tykkum, at tit duga at goyma sum pdf.