WordMat er eitt ískoyti (plug-in) til Word, sum m.a. ger tað møguligt at rokna og loysa líkningar inni í Word.
WordMat er væl egnað til fyrsta árið í støddfrøði og til at gera rapportir í alisfrøði og evnafrøði.
Gev gætur: WordMat er sera óstabilt. Tí er neyðugt goyma arbeiðsdokumentini sera ofta (Win: Ctrl+s, Mac: Cmd+s). Hóast hendan stóra veikleika, so hevur WordMat so nógvar styrkir, at tað er vert at brúka kortini.
Viðhvørt ber til at minnast, hvat fær programmið at krasja. Um so er, ber betur til at “sigla ímillum skerini”.
Pakkin er ókeypis og kann heintast her: http://eduap.com/da/download-wordmat/
Eftir at pakkin er heintaður, skalt tú koyra installatiónina. Møguliga er neyðugt at endurstarta telduna.
Tá WordMat er installerað, kemur ein nýggj flykra til sjóndar: