Kopiera innleggingarfílur frá geyma, sum lærarin hevur, ella frá hesum leinkjum:
Tit fáa licens-lykil frá tykkara lærara.
(Installatiónin krevur 8,6GB av diskplássi)
Hvørt skúlaár skal Maple installerast av nýggjum.
Í stuttum:
1) avinstallera møguliga gamla útgávu 2) kopiera/downloada installatiónsfílur. 3) installera nýggja útgávu 4) aktivera við lykli frá lærara 4) Sløkk Maple og Installera GYM-pakkan, í meðan Maple er sløkt.
Vegleiðing:
Avinstallera møguliga gamla útgávu.
Hetta er ikki alneyðugt. Men tað sparir pláss og heldur teduna ruddiligari.
a) Við geyma: kopiera innleggingar fílurnar til egna teldu.
b) Download'a fílurnar frá leinkjunum oamanfyri. Vel eina og eina fílu og trýsta á download. Um tú ikki hevur gott internetsamband, kann tað taka 2 tímar at fáa tað stóru fíluna niður.
Møguliga er neyðugt at unzip'a.
Finn kopieraðu ella downloadaðu Maple-fíluna sum hevur inniheldur navnið installer (win) ella setup (mac), og dupulttrýst á fíluna.
Fylg vegleiðingunum sum koma á skýggjan.
Aktivera Maple við kotu (lykli), sum tit fáa frá læraranum.
a) Sløkk Maple.
b) Finn downloadaðu fíluna , sum hevur GYM í navninum og dupulttrýst á fíluna.
(Maple skal vera sløkt tá Gym-pakkin verður lagdur omaná Maple.)
Bóklinkgar
Tað sum er neyðugt at vita til miðnámsnýtslu:
Maple vegleiðing (jan21)
Maple vegleiðing (bert B - mars23).
Tað fyrsta tú skalt gera er at lesa feilboðini. Við tíðini lærir tú at kenna ymisku feilboðini og rætta feilin.
Her er u teir mest vanligu feilirnir
komma í staðin fyri punktum
eitt millumrúm er komi skeivt fyri
stórir og smáir stavir (t.d. pi í staðin fyri Pi)
skeivt stavað
framsøgnin er læst (Shift+F5)
tú hevur gloymt with(Gym). Ella tú hevur gloymt restart
ein variabul er ikki defineraður, ella ein variabul er defineraður (og er tí ikki ókendur). Hygg eftir listanum yvir variablar í palettini.
Tíanverri kemur tað ofta fyri, at tú finnur ikki feilin. Tá eru bestu ráðini at strika reglu og skriva umaftur.
Ansa sera væl eftir at øll framsøgnin er í sama felti!
Um tú skrivar “5 +” og síðan trýstir tvær ferðir á “F5” og siðan skrivar “5“, so eru “5+” og “5” ikki í sama felti og hoyra ikki saman.
Funnir feilir við 2021-útgávuni
Alt-Enter (evaluate inline) riggar bara aðruhvørjaferð (toogle)
Riggar illa at fáa nýggja reglu.
Neyðugt at brúka Ctrl+Shift+j ella Ctrl+Shift+k.
Maple roknar skeiv 3.rót av negativum tali.