Margur/breddar
Opna eitt nýtt dokument.
Far undir bandið LAYOUT og MARGENER og BRUGERDEFINEREDE MARGENER. Set margunar soleiðis: Øverst 2 cm, Bund 2 cm, Venstre 3 cm og Højre 2 cm. Trýst OK.
Linjufrástøða
Finn menu’ina FORMATÉR (ovast uppi á skerminum). Vel AFSNIT og LINJEAFSTAND. Set linjufrástøðuna til 1,5.
Skrift og stødd
Set skrifttypuna til Times New Roman ella onkra aðra skrift, ið hevur fót, td. Century ella Garamond. Set skriftstøddina til punktstødd 12.
Síðuhøvd- og fótur
Far undir bandið INDSÆT og SIDEHOVED OG SIDEFOD. Vel SIDEHOVED. Í rullemenuíni skalt tú velja, vel “Tom”. Skriva Navn og flokk í síðuhøvdið.
Í amboðslinjuni ovast velur tú “Gå til sidefod”.
Vel “Sidefod” og blaða niður til layoutið “Semafor”. Føroyska tekstin í síðufótinum.
Far undir menu’ina FILER og vel GEM SOM SKABELON. Mappan verður automatiskt sett til “Skabeloner”, gev dokumentinum navnið: “Leistur til stílar”.
Tá tú skalt brúka skabelónina, skalt tú fara inn á “Filer” og “Ny fra skabelon”. Nýggi leisturin til stílar skuldi nú ligið ovast – við síðuna av “Tomd dokument”.