Tryggja tær at tað ber til at prenta pdf. Á Mac er neyðugt at hava onkran prentara, áðrenn tað ber til at prenta pdf. (sí Teams - “KT-vegleiðing til Teams” - “Maple” - “Maple til støddfrøði” - “Installera pdf-prentara!)
Tryggja tær eisini, at tú hevur ein pdf-lesara á telduni, t.d. Acrobat Reader. PDF-lesarin kann heintast niður ókeypis av netinum. Download
GG: Minst til at sláa flugubeinini fyri McAfee frá, so tú ikki tekur tað forritið niður eisini.
Opna eina word-fílu. Skriva tekstin “hetta er ein roynd at goyma pdf-fílur”. Goym dokumentið sum eitt vanligt Worddokument við navninum “KT-dagur á Kambsdali” (tað er altíð skilagott at goma dokumentið fyrst, áðrenn tú goymir sum pdf).
Vel “Gem som” (ella eksporter). Broyt filtypuna til pdf. Tryggja tær, at pdf-fílan er sett til at vera “til udskrift”. Kanna eftir, um tú finnur pdf-fíluna aftur, har tú goymdi hana.
Finn fíluna "fólk í føroyum", sum tú tók niður í áðni og goym hana sum pdf.
("Fílur og mappur" uppgáva 4.)
Ein zipfíla liggur á heimasíðuni Kt-vegleiðingar - sí leinkju her.
Áðrenn tit taka uppgávuna niður, skulu tit gera eina mappu á skriviborðinum, har zip-fílan skal flytast í.
Taka uppgávuna niður við at trýsta á "tak niður". Um ein ávaring kemur fram, skulu tit velja “Download alligevel”.
Tá zippfílan er tikin niður (hon endar í Download/Overførsler mappuni), skulu tit flyta hana í mappuna, sum tit hava gjørt á skriviborðinum.
MAC: Opna fíluna við at dupultklikka á hana, so sæst innihaldið av útpakkaðu zip-fíluni.
Windows: Vel “Udpak alle” ovast í menu-linjuni. Nú sæst innihaldið av útpakkaðu zip-fíluni.