Nethandlar

Nethandlar

At keypa á netinum gerst alt meira vanligt og lætt.

Flestu stóru fyritøkur í dag hava bæði ein handil vit kunnu koma í, og hava síðan ein nethandil, har vit heiman í frá kunnu keypa júst somu vørur og fyri eitt gjald, fáa vøruna koyrda til dyrnar.

Aðrir handlar finnast bert á netinum.

Trygd á netinum

Tá vit handla á netinum er gott at tryggja sær at nethandilin er ein veruligur nethandil.

Um vit kenna fyritøkuna, so kunnu vit gott hava álit á at hetta er ein veruligur nethandil.

Um vit vita um onnur sum hava keypt frá einum ávísum nethandli, so kunnu vit nokk eisini hava álit á nethandlinum.


Tekn sum vísa á trygd

Um heimasíðu adressan byrjar við https, so sum https://www.power.fo, so er tað eitt trygdar tekin, tí tá vera allir okkara upplýsingar krypteraðir áðrenn teir vera sendir, og harvið eru teir betur vardir.

Eitt heingilás er eisini eitt trygdar tekin

Útlendskir nethandlar

Aðrir handlar

www.ebay.com

www.aliexpress.com