At seta tól til

At seta eitt tól til telduna

Flest øll tól vit seta til telduna samskifta umvegis USB-kaðal ella gjøgnum tráleysa netið í húsinum.

Vit fara nú at seta ein prentara til telduna og síggja hvussu lætt tað er at fáa telduna at samskifta við prentaran.


Prentarar

Prentarar kunnu fáast í øllum støddum og í øllum prísklassum.

Ein vanligur heimaprentari líkist ofta prentaranum niðanfyri.

USB-kaðal

Vit brúka í flestu førum ein USB kaðal at fáa samband millum prentara og teldu.

USB-kaðalar kunnu eisini fáast í ymiskum skapum, so man má líka hyggja eftir hvat slag av kaðali títt tól skal brúka.

Tráleyst samskifti

Um vit keypa ein prentara, sum kann knýtast í tráleysa netið í húsinum, so kunnu allar teldur í húsinum samskifta í gjøgnum tráleysa netið og prenta á tann hátt.


At seta eitt myndatól til telduna

Eins og flestu prentarar, so samskifta flestu myndatól við telduna umvegis ein USB-kaðal.

USB-kaðalin millum kamera og teldu hevur eitt øðrvísi skap í endanum og tískil kann man ikki brúka sama kaðal til bæði myndatól og prentarar.

Myndatól

Flestu myndatól í dag eru digital. Tað vil siga, at myndirnar vera ikki goymdar á einum filmi, men sum data á eini goymslu, ið vit seta í myndatólið.

USB-kaðal

Ein USB kaðal til myndatól sær oftast soleiðis út í endanum.

Tann flati breiði endin passar altíð í telduna, meðan tann lítli endin kann broytast í skapi alt eftir hvat tól kaðalin skal brúkast til.

SD - kort - Digital goymsla

Eitt SD-kort er eins og ein geymi. Vit kunnu goyma data á kortinum og síðan flyta goymdu dátu fílurnar yvir á telduna.