Gudstænasta
Gudstænasta er sunnumorgun kl. 11. Dópur er vanliga undir gudstænastuni, men treytað av coronu fer dópur nú fram uttan fyri gudstænastutíð. Tað er altargangur nakrar ferðir um árið.
Umframt gudstænastuna sunnumorgun, verður stundum bjóðað til serstakar gudstænastur. Páskaaftan er ein slík gudstænasta, ið gongur undir heitinum "Páskavøka" við upplestri, sálmasangi og kórsangi. Í adventini verður bjóðað til eina eldragudstænastu, og stundum letur "Náttarkirkjan" upp dyrnar, ið er ein eksperimenterandi kirkja.
Føstugudstænastur eru mikukvøld í føstu.
Eitt úrval av prædikum kunnu lesast her.