Dópur

Foreldur seta seg í samband við sóknarprestin. Vanliga fer dópur fram undir gudstænastuni sunnumorgun. Treytað av coronu er dópur nú uttan fyri gudstænastutíð. 

Eitt barn kann hava trí fornøvn, eitt millumnavn og eitt ættarnavn. Loyvd nøvn eru at síggja á heimasíðuni hjá Málráðum. Er talan um beinleiðis uppkalling, og navnið stendur ikki í góðkenda navnalistanum, ber til at venda sær til Navnanevndina.

 Eitt barn kann hava frá trimum til sjey faddrar.