Tvær konfirmatiónir eru árliga í Glyvra prestagjaldi. Várkonfirmatiónin er 1. sunnudag eftir páskir í Glyvra kirkju, og heystkonfirmatiónin er um miðan oktober í Rituvíkar kirkju.
Í 2021 verða konfirmatiónirnar 11. apríl og 10. oktober.
Konfirmantarnir ganga at lesa í Glyvra kirkju. Allir konfirmantarnir lesa samstundis. Byrjað verður seinast í januar mánaði. Tað er umráðandi at konfirmantarnir hava eitt ljósrit av dópsbrævinum við í kirkju at geva presti.
Í 2021 verður talan um 29. konfirmantar, ið verða konfirmeraðir í vár og í heyst.
Lesturin fer fram í Glyvra kirkju hesar dagar:
22., 23. og 24. februar frá kl. 8.00 til kl. 11.30
8., 9. og 10 mars frá kl. 8.00 til kl. 11.30
24., 25. og 26. mars frá kl. 11.30 til kl. 14.30
7., 8. og 9 apríl frá kl. 11.30 til kl. 14.30
Um okkurt er at spyrja um, eru tit vælkomin at ringja til Meinhard Bjartalíð á tlf. 237342
Trýst her fyri at síggja sálutir frá undanfarnum konfirmatiónum.