Meet

Video undirvísing

Við Meet kanst tú taka lut í video undirvísing. Fyri at luttaka er best at hava video kamera og mikrofon á telduni, og tað hava flestu farteldur. Tú kanst síggja og hoyra, hvat fer fram, hóast tú ikki hevur kamera og mikrofon, men hini síggja og hoyra ikki teg.

Tú skalt brúka Classroom fyri at koma á Meet

Her sært tú, hvussu tú kemur inn á Meet, og hvussu tú brúkar tað.

Meet í Classroom

Vegleiðing - hjálp

Sleppi ikki inn

Tá ið eg royni at koma inn, fái eg hesi boð: Meet understøttes ikke af din browser.

Svar:

Tín browsari er ov gamal. Tú skalt tí taka nyggjastu útgávu niður og leggja inn á telduna. Klikk á ein av knøttunum.

Browsarar

Meet riggar við hesum browsarum:

  • Chrome

  • Firefox

  • Edge

  • Safari

Allir browsarar mugu vera av nýggjastu útgávu. Microsoft Internet Explorer riggar ikki til Meet.

Loyvi til mikrofon og video kamera

Tú mást loyva Meet at brúka mikrofon og video kamera, so at onnur kunnu síggja og hoyra teg.

Um tú ikki loyvir tí, ber kortini til at taka lut, men hini hvørki hoyra ella síggja teg. Tú kanst kortini gera vart við teg við at skriva í chat.

Teldlar og fartelefonir

Teldlar og fartelefonir kunnu brúkast um Meet appin er installerað.

Útgerðin má ikki vera alt ov gomul.

Tað riggar framvegis ikki

Royn at sløkkja og tendra telduna.

Oftani loysir tað trupulleikar við at sløkkja telduna og tendra hana aftur. Tá ið teldan tendrar aftur, verða dagføringar gjørdar, ið kunnu loysa trupulleikan.

Lat browsaran aftur

Onkuntíð kann okkurt sita fast í byrjanini. Tá kann tað loysast við at starta browsaran umaftur.

Skift browsara

Um tað ikki riggar við einum, royn so ein annan av hesum:

  • Chrome

  • Firefox

  • Edge

  • Safari