Classroom

Við Classroom ber til at móttaka og senda uppgávur umframt at hittast á Meet.

Hetta er ein vælhóskandi skipan til fjarundirvísing, ið vit hava brúkt Vestmanna skúla í fleiri ár.

Rita inn

Fyri at brúka Classroom, er neyðugt at logga á skipanina.

Brúkaranavnið er samansett av tínum skúla-id og @vestmannaskuli.fo.

Dømi: ab0102b7@vestmannaskuli.fo.


Allir næmingar í fólkaskúlanum hava eitt skúla-id, ið er 8 tekn t.d.: ab0102b7. Skúla-id er sett saman soleiðis: tveir forbókstavir (ab), føðingardagur (0102), ein bókstavur (b) og eitt tal (7).

Sleppi ikki inn?

Um tú ikki sleppur inn í skipanina, so er orsøkin helst, at feilur er í tínum brúkaranavni ella loyniorði.

Onkuntíð kemur tað fyri, at roynt verður at logga á við eini privatari Google kontu. Tað kann vera, at tit eru fleiri um telduna, og tá kann henda, at privati brúkarin ikki er loggaður av.

Aðrar tíðir kann tað koma fyri, at roynt verður at logga á við @skulin.fo í staðin fyri við @vestmannaskuli.fo.

Um tú hevur gloymt brúkaranavnið ella loyniorðið, skalt tú venda tær til flokslæraran.

Meet umvegis Classroom.webm

Hvussu lærari ger ein uppgávu í Classroom.