Matpakkar og máltíðir

Okkara mál eru

  • At geva børnunum góðar og sunnar kostvanar og saman við foreldrunum tryggja, at barnið fær rætta føðsluvirði.
  • At børnini í barnagarðinum eta sunt, soleiðis at tey virkin og jalig megna at luttaka í gerandisdegnum
  • At tryggja at maturin, vit bjóða børnunum á stovninum, sum heild er góður.
  • At vit starvsfólk og foreldur eru tilvitaði um, hvat vit bjóða børnum okkara.

Mett børn trívast best

Børn skulu dagliga eta 10-12% av egnari kropsvekt. Tí skulu børn hava nógvar máltíðir við røttum føðsluvirði. Barniðhevur tørv á 3. høvuðsmáltíðum og 2-3 millummáltíðum dagliga.

Men matarlysturin hjá barninum kann broytast. Um barnið er virkið, væl fyri og í góðum lag, kunnu vit/tit rokna við, at barnið fær nøktandi kost.

Vaksin hava ábyrgdina av, at barnið fær heilsugóðan kost.

Serligur tørvur

Í ávísum førum, kann tað verða neyðugt, at serlig atlit verða tikin til kostin. T.d. um barnið hevur ovurviðkvæmi. Um barninum tørvar serligt breyð, drekka ella líknandi, kann tað tó verða neyðugt, at foreldrini hjálpa okkum við hesum.

Morgunmatur

Heilsugóður morgunmatur er umráðandi fyri, at barnið fær eina góða byrjan uppá dagin.

Barnagarðurin bjóðar ikki morgunmat, men um barnið ikki hevur etið morgunmat, er tað vælkomið at hava morgunmat við í barnagarðin.

Vit loyva ikki Chokopops, Petit Danone, sjokolátabollar, wienerbreyð o.t.

Fruktløta

Hvønn morgun er fruktløta á stovunum. Børnini fáa skorna frukt kl 9.30.

Allar stovurnar hava fruktskipan. Spyr inni á stovuni hvørja fruktskipan tey hava.

Barnagarðurin bjóðar mjólk og vatn aftirvið máltíðunum.

Á middegi

Barnið hevur matpakka við heimanífrá. Matpakkin skal vera klárur at eta, og hóskandi at eta út, um vit fara ein túr. Vit mæla til at børnini fáa fjølbroyttar matpakkar við í barnagarði. Gevið heldur børnunum rugbreyð enn ljóst breyð í matpakkan. Viðskera sum so blanda vit okkum ikki í, men frámæla, at foreldur í ov stóran mun geva børnum sínum súltutoy, smyrjisjokolátu osfr. í matpakkan. Sum tilhoyr í matpakkanum loyva vit: osti, fruktstengrum, rosinum, mandlum, nøtum, frukt, grønmeti o.l.

Av og á hava vit sjálvtøkuborð ella gera døgurða. Hetta verður kunnað um á talvuni uttanfyri stovuna.

Millumáli

Barnagarðurin bjóðar heilsugóðan millummála seinnapartin.

Góðgæti, føðingardagar og hátíðarhald

Gerandisdagar er góðgæti og annað søtmeti ikki loyvt í barnagarðinum.

Tá ið barnið hevur føðingardag, kann tað hava okkurt søtt við at bjóða børnunum á stovuni.

Barnagarðurin hátíðarheldur nakrar dagar árliga. T.d. føstulávint, evnisviku, føðingardagin hjá barnagarðinm og jól. Hesar dagarnar hátíðarhalda vit við køku og søtmeti.