Endamál stovnsins
Endamálið hjá okkum í dagstovninum er at veita børnunum eitt trygt umhvørvi, við einum fjølbroyttum gerandisdegi, sum er merktur av lívsvirði, hetta fyri at børnini mennast bæði likamliga, sálarliga og vitanarliga.
Í samstarvi við foreldrini, vilja vit virka fyri, at Dagstovnur Sankta Jósefs er eitt stað, har børnunum, foreldrunum og starvsfólkunum dáma at vera og trívast væl.