Hvar er rásin um reynið?
Hugvekja 29. sept 2021 v/ Meinhard Bjartalíð“Harrin skal sjálvur ganga undan tær; hann vil vera við tær og ikki sleppa tær ella geva teg yvir; tí skalt tú ikki óttast og ikki vera ræddur!” (5 Mós 31, 8).
Hesi vøkru og troystarríku orð standa ikki einsamøll, men standa í einum størri samanhangi. Ísraels fólk er á ferð gjøgnum oyðimørkina við Mósesi á odda. Ferðamálið er tað lovaða landið.
Eftir fjøruti drúgv ár í oyðimørkini, kennir Móses á sær, at kreftirnar eru við at ganga undan, og at dagarnir nú fara at fækkast. Hann savnar tá fólkið rundan um seg og gevur til kennar, at eftirmaður hansara eigur at verða kosin. Valið fellur á Jósva, hvørs navn merkir “Harrin frelsir”.
Jósva skal við Guds hjálp fullføra gerning Mósesar. Hann skal standa á odda fyri fólkinum og føra tað trygt inn í tað lovaða landið.
Tað er andlit til andlits við hesa stóru og torføru uppgávu, at hin aldrandi Móses sigur við hin unga høvdingan, Jósva: “Harrin skal sjálvur ganga undan tær; hann vil vera við tær og ikki sleppa tær ella geva teg yvir; tí skalt tú ikki óttast og ikki vera ræddur!”
Hesi uggandi og stimbrandi orð, ið bera boð um Guds umsorgan, hansara vernd og verju, beina sær eisini veg til okkara og siga við hvønn einstakan: “Harrin skal sjálvur ganga undan tær; hann vil vera við tær,” bæði tá ið gongur við og tá ið gongur ímóti, bæði í lívi og deyða.
Skaldið, Regin Dahl, spyr í einari av yrkingum sínum:
Hvar er rásin um reynið?
eg viltist í dalinum longu,
og hvørja ferð eg vil til gongu,
er hamari fyri.
Klúgvi eg upp um hamar og knøtt,
so er oyði og eyrur har uppi –
har lætt er til fóta, tí gøtan er sløtt,
er køvandi móra.
Er nakað blánandi, freistandi skarð,
ið beinir at reinleikans bygd?
er yvirhøvur ein leið fyri mær?
Hvar er rásin um reynið – hvar?
Soleiðis kann verða spurt, eisini av tí deyðiliga og forgeingiliga menniskjanum: Hvar er rásin um deyðans reyn, hvar? Og evangeliið svarar: Rásin um deyðans reyn, ið beinir at reinleikans bygd, er Jesu uppreisn frá deyðum páskamorgun.
Páskamorgun, tá Gudssonurin slóðaði rás frá deyða til lívs og frá forgeingiligleika til óforgeingiligleika, varð hin livandi og glógvandi vónin fødd. Innihaldið í vónini er reinleikans bygd, Guds ríki.
Guds æviga ríki, ið er ávegis úr Guds nýskapandi framtíð og upprennur sjónligt við søgunnar enda, tá Kristus sæst daga í rósuský, og tey deyðu rísa upp óforgeingilig, er ætlað øllum fólkasløgum av øllum ættum, tjóðum og tungumálum.
Tað er í hesum sæla veruleika, at aldargomlu orðini hava fingið nýtt yvirbragd og verða boðað okkum til ugganar og troystar andlit til andlits við deyðans veruleika: “Harrin skal sjálvur ganga undan tær; hann vil verða við tær og ikki sleppa tær ella geva teg yvir; tí skalt tú ikki óttast og ikki vera ræddur!”