Trygd og deiling

Brúka tína Chromebook á ein tryggan hátt

Loyniorð

Tú mást undir ongum umstøðum geva ella vísa títt loyniorð til onnur.

Hevur tú varhugan av, at onkur dugir títt loyniorð, skal tú boða tínum flokslærara ella kt-vørðinum frá, so at tú kanst fáa eitt nýtt loyniorð.

Logga av

Minst til at logga av, tá ið tú ert liðug/ur, soleiðis at onnur ikki fáa atgongd til tíni ting.

Hetta hevur serligan týdning, um tú brúkar eina teldu, har onnur hava atgongd t.d. eina Windows teldu ella ein iPad.

Samskifti við onnur

Tá ið tú samskiftir við onnur um netið, minst so til hesar reglur:

  • Tosa pent

  • Ver týðilig (ironi ella spei er ringt at skilja á skrift)

  • Hugsa teg um, áðrenn tú skrivar

  • Spyr um loyvi, áðrenn tú deilir nakað

  • Avmarka teg

  • Lær teg tíni rættindi

  • Tosa við ein vaksnan, um tú upplivir okkurt ódámligt

  • Minst til, at internetið gloymir ongantíð

  • Ver ein fyrimynd fyri onnur

Hvat kann eg deila, við hvønn og hvussu?

Tú hevur møguleika at deila bæði skjøl, myndir og video við onnur. Tað er tó ikki alt, tú kanst deila - okkurt er revsivert at deila við onnur.

Her eru nøkur ráð at hugsa um, áðrenn tú deilir:

  • Send ella deil ongantíð myndir ella video, ið eru særandi ella mannminkandi.

  • Strika særandi ella mannminkandi myndir og video.

  • Steðga útbreiðsluna av særandi ella mannminkandi myndum og video.

  • Tosa við ein vaksnan, um tú finnur særandi ella mannminkandi myndir ella video.