Jalig orka



Undirvísari: Kitty May Ellefsen

Stað: Giljanes 

Tíð: 10skvøld eftir jól frá kl. 19.00 - 21.30 

Byrjað verður 04. jan 2023

Fyll tína orku konto

Hetta skeið vendir sær til tín, sum ynskir at arbeiða við tíni orku.
Í 10 vikur fara vit at greina, raðfesta og byggja upp okkara orku. Vit fara at seta mál og arbeiða við at náa okkara málum.

Vit arbeiða eisini við okkara skuggum. Hvat er tað, sum stjelur okkara orku?
Hví seta vit fótonglar í vegin fyri okkum sjálvi?

Alt sum vit arbeiða við byggir á góðkenda gransking innan heilsufremja og uppbyggjandi sálarfrøði.

Kostnaður: kr. 600,-