Sankta Jósefs Barnagarður

Varðagøta 12, 100 Tórshavn

Tlf 312854 - 212851


Foreldrafundur

Mikudagin 18 Septembur 2019 kl 18.00-20.00

Fara vit at bjóða tykkum til foreldrafund, har tit fáa høvi at siggja og hoyra um gerandisdagin hjá børnum tykkara í barnagarðinum.

Umframt hetta, verður val av foreldraumboði í foreldraráðið, á teim stovum, ið mangla umboð.

MØTIÐ FJØLMENT :)


Tjaldursstova tlf. 772500

Ternustova tlf. 772501

Smyrilsstova tlf. 772502

Títlingsstova tlf. 772503

Lundastova tlf. 772504

Endamál barnagarðsins

Endamálið hjá okkum í barnagarðinum er at veita børnunum eitt trygt umhvørvi, við einum fjølbroyttum gerandisdegi, sum er merktur av lívsvirði, hetta fyri at børnini mennast bæði likamliga, sálarliga og vitanarliga.

Í samstarvi við foreldrini, vilja vit virka fyri, at barnagarðurin er eitt stað, har børnunum, foreldrunum og starvsfólkunum dáma at vera og trívast væl.