Talgildu Føroyar

Nýggir tekniskir møguleikar

Nýggj tøkni hevur latið hurðar upp til eitt hav av møguleikum, til fyritøkur at veita nýggjar tænastur til føroyska nýtaran. Hetta útbrotið av nýggjum møguleikum hevur ført við sær, at fleiri virkir, bæði privat og almenn, eru farin undir at skapa og reka nýggjar verkætlanir, ið ger gerandisdagin hjá borgaranum lættari.

Privat og kommunalt

Talgilda tín bý

Í dag er tað eitt rák at talgilda sín bý. Hetta rákið nevnist Smart City. Eitt tílíkt tiltak var í Føroyum stutt síðan. Úr hesi verkætlanini fingust nógv góð hugskot, ið bøta um samfelagið. Í seinastuni hava vit sæð at kommunurnar hava gjørt ymsar talgildar tænastur. Eitt dømi um hetta er WhatsOn, Tórshavn Buss og Sona,

WhatsOn er hentleiki mentur av Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn. Á síðuni sæst hvat er týtt í kring landið. Hesi tiltøkini vísa tíð, stað og evni. Tú kanst sálda ymiskt burtur sum tú ikki vilt hava. So sum ein havnarmaður kann velja at bara síggja tiltøk í Havn.

Tórshavn Buss hevur verið virkið hampiliga leingi. Hugskotið er einfalt - Hvar er bussurin? Á appini sæst hvar tær ymsu bussleiðirnar eru í løtuni.

Sona var upprunaliga ein heimasíða, ið loysti nummar.fo av. Tó hevur Sona verið sera innovativt og økt um tænasturnar. Tórshavn Buss og WhatsOn er lagt á appina, hartil sæst vitjanarverd støð, skráir til festivalar og stevnir, avsláttarmerkir og fótbóltsúrslit. Hendan síðan er av sonnum ein veldig tænasta, sum vit øll kunnu gagnnýta.

Nethandlar

Í dag verða fleiri og fleiri fyritøkur við einum nethandli. Í nýggjari tíð er hetta ikki so nógv ein eyka tænasta, men heldur ein neyðugur sølubásur.

Við eitt brævsamskifti við føroyska handilin Skálkur, søgdu teir, at ein nethandil avgjørt hevur økt um teirra virksemi. Nethandilin loyvir teimum at røkka fleiri kundum, serliga uttanfyri økjunum við fysiskum handlum. Nethandilin loyvir eisini kundanum at keypa øll tíðspunkt av degnum, sum er týdningarmikið í einum samfelag har fólk ofta eru upptikin.

Talgildu Føroyar

Endamál við verkætlanini

Tænastuveiting

Endamálið við Talgildu Føroyar er fyrst og fremst at talgilda upplýsingar og tænastur til borgarar, vinnuna og almenna geiran í Føroyum. Í hesum høpi er ynski eisini, at borgarar og virkir skulu kunna samskifta talgilt við almenna økið. Harafturat skal Talgildu Føroyar verða eitt grundarlag til almenna geiran at veita fyrisitingarligar tænastur til borgaran.

Talgildi Samleikin

Samleikin, eisini nevnt "Eitt ómakaleyst samleikaprógv" av Talgildu Føroyar, er ein verkætlan um, at allir borgarir skulu hava hvør sítt talgilt samleikaprógv. Endamálið er at gera tað einfaldari og skjótari hjá borgaranum at avgreiða persónlig viðurskiftir; við hesum slepst m.a. undan, í samstarvi við tænastuportalin, at skjalir skulu prentast út og skannast inn aftur aftaná, at borgarin hevur skrivað undir. Ætlanin er, at Talgildi Samleikin skal kunna nýtast til fleiri tænastur, so at borgarin bert noyðist at innrita seg til Talgilda Samleikan fyri at samskifta og samvirka við tey ymisku virkini.

Trygd

Av tí at nógvar viðkvæmar upplýsingar eru á Talgilda Samleikanum, er sera stórur dentur lagdur á, at tryggja alla upplýsing hjá borgaranum. Trygdarskipanin byggir á fleiri snildar skipanir, sum verjir atgongdina til persónliga Samleikan og verjir fyri at upplýsingar um brúkarin ikki verður mistur ella stjolin burtur.

Hvussu tað virkar

Við Talgildu Føroyar fær hvør borgari atgongd til eitt hóp av almennum og privatum tænastum, t.d. tryggingar, bankaflytingar ella tænastur á heilsuøkinum ígjøgnum eina trygga talgilda skipan. Samleikin kemur eisini at virka sum eitt persónligt samleikaprógv, hjá borgaranum at nýta til allar tænastur og persónligar upplýsingar á tænastuportalinum.

Bæði tænastuportalurin og Samleikin nýta eitt dátaflutningsforrit, sum kallast Heldin. Heldin er ein skipan, ið flytur informatión frá eina fyritøku, almenn ella privat, til aðrar fyritøkur ella borgaran. Heldin er ikki ein dátabasi og goymir einki dáta, men riggar bert sum transportør. Dátan liggur alt hjá viðkomandi stovnunum. Dáta verður bronglað áðrenn tað verður sent og verður bert óbronglað, tá ið tað kemur til viðkomandi sum skal brúka tað. Hetta ger, at øll informatión verður flutt á ein tryggan hátt.

Afturat at hava eina desentralisera skipan, nýtir Samleikin eina "2 ferð verifikatión" hvørja fer ein skal innrita seg á tænastuportalin. Hetta merkir at tann, sum ritar seg á eina kontu skal bæði kenna loyniorði hjá viðkomandi og kenna eina mynd, sum einans verður send til fartelefonina hjá einstaklinginum. Hetta merkir, at ein bert kann rita seg á eina kontu, um persónurin hevur atgongd til fartelefonina hjá honum.

Framtíðar ætlanir

Hóast búskaparligar avbjóðingar, fer tænastuportalurin og Samleikin hjá Talgildu Føroyar helst at kunna nýtast av almenningini onkuntíð í 2020.

Aftaná tænastuportalurin verður alment latin út til borgaran og fyritøkur, verður forsett arbeitt við verkætlanini, og virka verður fyri at fáa fleiri stovnar við. Møguleiki er eisini fyri, at tænastuportalurin í framtíðini fer at kunna rigga sum ein samskiftismiðil ímillum borgaran og privatar fyritøkur. Heimurin mennist og blívur alsamt meira breyddur út á talgilda heimin. Verkætlanin hjá Talgildu Føroyar snýr seg ikki bert um at framleiða ein tænastuportal, men at gera ein infrastruktur har fleiri tænastur ella aðrar veitingar kunnu koma á og mennast yvir árini.

Av tí at Samleikin er ein samling av upplýsingum um einstaklingin, er møguleiki eisini fyri, at ein í framtíðini fer at kunna nýta Samleikan sum eitt eyðkennispass, m.a. tá mann skal ferðast ella atkvøða á vali.

Tøkkir

Vit takka hesum fyri gott samstarv.


Lilly Debes Hanssen Talgildu Føroyar

Jens Petur Andreassen Talgildu Føroyar

Jógvan K. Glerfoss Klintra

Nikolei M. Balle Talgildu Føroyar

Sóley Heradóttir Hammer Hugskotið

Emil Sørensen Studni