VESTMANNA SKÚLI

Okkara vanliga heimasíða er óvirkin í løtuni. Fyribils verður henda síðan nýtt.

Vikuætlanir:

Skrivlig próvtøka 2018

Danskt - 23. mai

9. flokkur

  • 08:15 – 09:45 Máluppgáva
  • 10:15 – 13:45 Framseting

10. flokkur

  • 10:15 – 14:15 Framseting

Enskt - 24. mai

9. flokkur

  • 08:15 – 09:45 Máluppgáva
  • 10:15 – 13:15 Framseting

10. flokkur

  • 10:15 – 13:15 Framseting

Støddfrøði - 25. mai

9. flokkur

  • 08:15 – 09:15 Fimisrokning
  • 09:45 – 13:45 Greiðslurokning

10. flokkur

  • 09:45 – 13:45 Støddfrøði

Føstulávint

Føstulávintsmánadag var farið uppá gólv sum vant í fimleikarhøllini. Flestu næmingar høvdi latið seg í, og har vóru nógvar stuttligar grýlur at síggja.

Eftir dansin fingu næmingar føstulávintsbollar og saft í auluni. Næmingar sungu nakrar sangir, og síðani vóru tríggjar tær "vakrastu" grýlurnar kosnar.

Hugflogið var stórt, sum tit síggja á myndunum herundir.

Føstulávintshugni

Hóskvøldið 8. feb. var árligi føstulávintshugnin hjá framhaldsdeildini.

Kvøldið byrjaði við pottasláing. Næst á skránni var døgurði og tveir næmingar hildu talu um føstulávintssiðir. Síðani varð farið upp á gólv og endað varð við lekkrum heimagjørdum føstulávintsbollum, ið Ioana hevði gjørt.

Eitt sera væleydnað kvøld fyri næmingar og lærarar.


Tríggjar tær vakrastu grýlurnar fingu vinning.