Komandi skeið verður á Hotel Hilton:
- 29. sept.-1. okt. 2025
- 24.-26. nov. 2025
- 1. - 3. des. 2025 Á ENSKUM máli
Tilmelda HER
Kostnaður:
Skeiðið er 3 dagar frá kl. 09:00-15:30 og kostnaðurin er kr. 5.990
20% avsláttur fyri allar luttakara frá nr. 2 => kr. 4.792
Trygdarskeið á egnum virki:
Til ber at halda skeið á tykkara virki, um tit hava hóskandi undirvísingarhøli og útvega morgunmat, døgurða og kaffi til skeiðsluttakarnar og skeiðshaldararnar.
Kostnaðurin er kr. 45.000,- fyri upp til 10 luttakarar. Fyri hvønn luttakara omanfyri 10, er kostnaðurin kr. 2.950,-. Mesta luttakaratal er 25.
Undirvísing kann vera 3 samanhangandi dagar, ella til dømis 3 mikudagar, í vikuskiftinum ella um kvøldið.
Trygdarskeið er ikki MVG skyldugt tí kemur MVG ikki afturat prísinum.
Ferðakostnaður verður lagdur afturat, um skeiðsvirksemið verður hildið uttanfyri Tórshavn.
Um Trygdarskeið
Sambært kunngerð nr. 127 frá 4. september 1995 um trygdarskeið, skal arbeiðsgevarin geva limunum í trygdarnevndini, trygdarbólkunum og dagliga leiðaranum av trygdararbeiðinum høvi til at nema sær neyðuga frálæru og vitan um spurningar innan trygd og heilsu.
Endamál við skeiðnum
Endamálið við skeiðnum er at læra tey luttakandi, hvussu tey við royndum og í samstarvi við onnur kunnu fremja eitt trygt og heilsugott arbeiðsumhvørvi á arbeiðslássinum, sambært kunngerð um trygdararbeiði á virkjum.
Hetta merkir millum annað at luttakararnir:
· eru vitandi um, hvørja uppgávu tey hava á arbeiðsumhvørvisøkinum
· kunnu leita sær kunnleika í galdandi lógum og reglum
· ávirka tann einstaka arbeiðsfelagan á ymsan hátt til at betra hugburðin til frama fyri trygd og heilsu
· kunnu hava eftirlit við arbeiðshættum o.ø., og at neyðug vegleiðing verður givin
· gera uppskot til betring av arbeiðsumhvørvisumstøðum
Undirvísarar:
· Løgfrøðingur
· Sálafrøðingur
· Fysioterapeut
· Løggildaður skeiðsveitari les meir her
Skeiðsleiðarin er fyrrverandi starvsfólk og undirvísari hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, og hevur sera drúgvar royndir innan trygd.