Hann brúkti sína tíð aftaná arbeiði í sínum fjalda atelier.
Gerandisdagarnir í sínum dagliga arbeiði fóru til at viðlíkahalda gróðurin í býinum og skógarrøkt. Upp hvønn morgun klokkan 7, til arbeiðis klokkan 8, heim aftur til døgurða millum 12 og 13, og síðanni aftur til arbeiðis inntil klokkan 17 og so heim aftur, til sítt atelier.
Ein hvirrur maður. Hann klagaði aldrin, eiðheldur tá onnur rundan um hann sóu at hann varð fyri órætti. Maður av fáum orðum. Var hann spurdur, svaraði hann altíð róliga og við fáum orðum. Hann tók aldrin orðið upp av eintingum, tó spurdi onkur hann hvat hann helt um okkurt, so svaraði hann altíð við sínari undirbygdari meting. Einans í vikuskiftinum, leygardag og sunnudag, varð hann at treffa úti millum hús og á gøtum, til gongu. Tað sýndist ikki til at hann gjørdi nakað serstakt í vikuskiftinum, ta stutta tíð hann varð sjónligur manna millum.
Hann var sæddur at fara til handils nøkur vikuskifti, ið seldu amboð til listaverk. Dugnaligani valdi hann út skitsubøkur, fleiri ymiskar støddir av lørift og málipenslar. Men, fyri tey ið stóðu handan diskin og arbeiddu í handilinum, løgdu til merkis at hesin undarligi maðurin aldrin keypti nakra slag av máling. Alt ið skuldi til at seta máling á lørift, men aldrin sjálvt máling. Sum góð handilsfólk, settu starvsfólkið aldrin spurning til hví hann skuldi hava hesi keypsartiklar, tá ið hann ikki kundi brúka lørift og penslar til at nakra nyttu uttan máling. “Uppá sama hátt sum ein stiftblýantur uttan kolstiftur.”, nevndi eitt starvsfólk til ein starvsfelaga í listaverkshandilinum.
Soleiðis livdi hann, viku eftir viku, mánaða eftir mánaða, ár eftir ár. Ta stuttu frítíð hann hevði frá sínum arbeiði, brúkti hann í sínum atelier.
Tey ið kendu hann frá barndómi høvdu onki ilt at siga um hann, einans hvat fólk longu vistu. Tey søgdu at hann var stak friðarligur, og hann møtti altíð upp til skúla, lat inn skúlauppgávur altíð til tíðina, men spældi aldrin við sínar klassakameratar av eintingum. Tey ið vuksu upp við honum í sama skúla, har ið hann gekk søgdu eisini at um hann varð uppfordraður til tess, so spældi hann uttan at klaga við onnur børn í skúlanum; men tey nevndi eisini at har varð okkurt djúpt ólukkiligt í hansara atferð, tá ið hann “spældi” við onnur børn, ið tey ikki rættiliga kundu forklára ella seta fingurin á. Einasta orsøkin at hann yvirhøvur arbeiddi í býarins skógarrøkt varð tí at hann varð spurdur um hann ynksti eitt arbeiði í skógrøktini eftir lokið fólkaskúlaprógv, og hann so játtaði.
Hann livdi í sínum barndómi, skúla og arbeiði uppá sama hátt sum hann doyði; ókendur, ónevndur, aftaná eitt serstaka langt lív. Hann hevði livað so longi, at øll ið vuksu upp við honum doyðu sjálv langt áðrenn hansara tíð kom. Í minst eitt ártíggjund áðrenn deyða hans, varð hann ein gáta fyri onnur. Ongin varð eftir ið kundi siga hvør hann varð, tí ongin visti ella legði nakað serstakt til merkis til hann. Einasta orsøkin til at fólk funnu út av at hesin løgin maður varð deyður var tí at hann brádliga, frá einum degi til tann næsta, ikki vísti sítt andlit, tó tað tók tey ið livdu nær við hansara heim fleiri vikur at innsíggja hetta og siga frá.
Hurðin var læst. Har var ongin avvarðandi í tóku eftir hansara búgv, tí øll familjan hjá manninum - sum tey vistu um - vóru langt síðani deyð, og hann varð tann seinasti eftir. Býarmynduleikarnir tóku yvir hansara búgv. Hurðin var úr einum slag av stáli og var so væl smíðja og lásið so torgreitt at tað tók eina góða løtu at bróta lásið, og fáa hurðina upp. Fólk frá býarmynduleikunum noyddust at brúka eina blásilampu at bróta upp duralásið á hesum middegi.
Alt hetta virksemi av býarmynduleikunum høvdu drigið eina lítla áskoðarafjøld, ið undraðu yvir hvat var áfatt og hví hesu fólk brúkti eina blásulampu at bróta upp eina massiva stálhurð. Grannafólkið vóru serstakiliga forvitin, tí tey vistu líka so nógv sum starvsfólkið frá býarmynduleikunum: onki. Einans at her hevði ein maður liva í eina øld, hvat hansara navn og føðidato var út frá mynduleikaupplýsingar tey høvdu um fólk, og ikki serstakiliga nógv meira.
Lásið datt úr hurðini, og hurðin fór upp. Tað allarfyrsta býarstarvsfólkið løgdu til merkis varð ein serstakiliga strammur rotin luktur. So mikið so, at ein av býarstarvsfólkinum fór beint út aftur og spýggi í túninum uttanfyri húsinum.
Húsið var í tveimum hæddum, við einari breiðari trappu til 2. hædd. Á stovuhæddini var onki serstakt í sjálvum sær. Ein inngongd, gong ið bant hini rúmini saman, ein stova, køkur, baðirúm, og 2 kømur. Í stovuni varð ein lítil 2 manns sofa, 2 borð, ið vóru eitt lágt borð frammanfyri sofuna og eitt træ stovuborð við 2 stólum úr træi. Har var eitt sjónvarp í stovuni frammanfyri sofaborðið, men tað sá ikki út til at virka. Køkurin hevði teir vanligu hentleikarnir man finnur í einum køki, eitt frystiskáp og køliskáp í einum samlagaðum skápið, tó onki borð ella nakar stólur, tveir diskar ímóti hvønn sín vegg, ein ovnur við steikiplátum í einum diski, og hin diskurin við einum køksvaski og vatnkrana, har var ongin uppvaskimaskina í køkinum, og har var ein mikroovnur ið stóð á einari hill. Alt sá út til at virka sum tað skuldi í køkinum. Baðirúmið hevði eina vanliga hvíta vesikummu, brúsikliva, og eina vaski- og turkitrumlu, tó onki baðikar, og eitt hvítt vask við einum vanligum vatnkrana. Eitt medisinskáp var omanfyri vaskið í baðirúminum, ið hevði alt tað vanliga til persónliga røkt, tannbust, tannkrem, sjampo, eyka vesirullur, deodorant, ymisk vaskievni til vaskimaskinuna og tanntráð, 2 handklæði hungu á einari stálstong fest við síðurnar av brúsiklivanum. Fyrra kamarið sá út til at vera eitt sovikamar, men har varð ongin song, einans eitt lítið skriviborð og ein stólur, og eitt tómrúm har ein song átti at verið. Tað mátti vera eitt sovikamar tí har var eitt stórt spegl ið hekk á vegginum við síðurnar av lítla borðinum og hinumegin borðið var ein stórt klædnaskáp.
Tá eitt býarstarvsfólk fór inn í næsta kamarið, rann starvsfólkið út úr húsinum aftur. Ein eldri maður frá teknisku deild frá býarmynduleikunum sá hetta, meðan hann sýnaði streymskápið í gongini. Ovfarin av hendingini, fór hesin eldri maðurin at hyggja hvat var í hesum kamarið. Har lá hann, jarðarisku resturnar av tí gátuføra manninum, ið ongin kendi undantikið teir almennu upplýsingarnar starvsfólkið høvdu fingið at vita um mannin. Rotni lukturin varð strammast har inni, so mikið so, at eldri maðurin noyddist at halda fyri munn og nøs fyri ikki at blíva yvirtikin av luktinum. Líkið hevði ligið í songini í nakrar vikur, men til tann eldra manns bilsni, so varð niðurbrotingin av kroppinum ikki serstakiliga framkomin. Hann lá sum í friði í songini, íklæddur einum klædningi, eygnalokini vóru aftur og eitt sindur hokin. Hárið var kritahvítt. Hann lá við samanfoldaðum hendur og lá á rygginum í songini. Fyrra sovikamarið var næstan líka sum hetta sovikamarið, einasti munurin eldri maðurin legði til merkis var at fyrra kamarið hevði onga song.
Boðsent var eftir fólki at koma eftir líkinum. Ímeðan fóru øll býarstarvsfólkini stillisliga upp gjøgnum tær breiðu trappurnar til 2. hædd. Tað varð eitt stórt rúm við einum miðsettum berandi stólpi, mitt í rúminum. Rúmið sjálvt hevði 5 vindeygu, men tey høvdu øll lukkaði persiennur fyri vindeyguni, har varð eitt sindur myrkt. Fleiri staffeli stóðu har, øll standandi ímóti teim 4 veggunum. Øll staffelini høvdu hvør sítt lørift, í ymiskum støddum og hellingum. Í rúminum sløgdust fleiri málipenslar á einum stórum borði við síðurnar av stólpinum nær miðini av rúminum, og við borðið ein stólur úr træi. Penslar við heilt breiðum, til fínar og neyvar bustur. Mitt á borðinum lá ein tung og stór leðurbundin bók. Nakrar jarn spannur við lok vóru undir borðinum, men tað sá ikki út til at vera máling, ið hvørki so ikki nakað tey kendu. Nógv lørift lógu í fleiri bunkum, varisliga lagd til síðis við avstrammarar ímillum løriftini. Við síðurnar av hesum bunkum av løriftum sløddust fleiri skitsubøkur. Uttan at siga eitt orð, hugdu tey á hvønn annan spyrjandi, og staraðu aftur sum býtt á øll løriftini. Har var onki.
Øll løriftini vóru kritahvít. Eldri maðurin frá teknisku deild opnaði allar persiennurnar so meira dagsljós kom inn, so tey kundu síggja betur. Øll hini, hugdu purasta ovfarin og spyrjandi at hesi lørift. Tey gingu aftur og fram millum løriftini og kannaðu tey gjølla. Onkur fór varisliga ígjøgnum bunkarnar av løriftum, men sama skil; tey øll vóru kritahvít.
“Hetta gevur ikki meining”, breyt tann eldri maðurin frá teknisku deild friðin. Ongin segði nakað, onki svar frá hinum uttan yptar øksl og reist eygnabrýr. Eldri maðurin fór til borðið við síðurnar av stólpinum og tók bókina upp frá og skimmaði ígjøgnum nakrar síður, allar síðurnar vóru blankar og hvítar, og legði bókina frá sær aftur á borðið. Ein av teim ungu býarstarvsfólkunum, ið nýliga hevði byrjað at arbeiða í skógrøktini, skeitti at tí ljósa loftinum, og hon legði til merkis at har vóru 2 lampur uppundir loftið beint við síðurnar av stólpunum, hvør sín megin. Við nærri skoðan, tað sá út til at hesar báðar lampur høvdu blátt sker í teimum, men tað sá ikki út til at hesar báðar lampurnar vóru íbundnar nakra staðni. Hon hugdi runt rúmið, og tann einasta vegg kontakt var við trappuna. Hini í rúminum høvdu eygleiðt hana og stóðu sum kánus, meðan hon fór til trappuna og tendraði vegg kontaktina. Báðar loft-lampurnar tendraðu, og tær lýsti við einum sterkum bláum skeri, so fór hon til persiennurnar og koyrdi tær aftur.
Øll fólkini blivu bilsin. Ikki bara floymdi alt rúmið nú við einum sterkum bláum ljósið, men allir málningarnir komu til sjóndar. Øll himmalsins motivir í litum ikki av hesum heimi. Portrettir. Natúralandsløg. Abstrakt. Og tað sýndist at íhvørtfall at nakrir av hesum málningum vóru ikki lidnir, ókomplettir. Øll hugdi at málningunum uttan eldri maðurin, ið fór aftur til bókina á stóra borðinum, tók bókina upp og hugdi at fyrstu síðuna. Við einum undarligum liti stóð “Mín Ævisøga” í stórum bókstavum undir bláa ljósinum.