Hann hevði brúkt næstan alt sítt lív sum íverksetari.
Seboz var føddur í einum lítlum avsíðis bóndagarði, hjá einari kærleiksfulla familju. Pápin var bóndi og hevði ein ríkan arbeiðsmoral, og hann arbeiddi frá tíðlíga á morgni til langt út á kvøld. Mamma Seboz hevði ein heilan barnagarð av børnum, og hann varð tann fyrsti undan. Sum beiggi, og tann elsti, kendi hann á sær eina stóra ábyrgd á seg at taka av sínum yngru systrar og beiggjar.
Hvør dagur hjá Seboz var tann sami sum tann fyrri. Tíðliga upp, áðrenn sjálvt sólarris, fyri so at byrja ein langan og stravnan dag, heilt langt út til ta myrkra kvøld. Seboz minti onga aðra tíð, har nakar dagur var annaðleiðis. Dag inn og dag út var tað sama stravna arbeiði at hjálpa mammu sínari at halda stýr uppá allan barnagarðin av sínum systkinum, at breyðføða tey um morgunin við nógvum góðum mati frá sjálvt bóndagarðinum. Fyri at fara út til høsnini eftir eggjum sum høsnini høvdu lagt, at mjólka kúnni, og fara í køksgarðin eftir grøntsakum, tá ið tað var árstíð til tess, og mangt annað arbeiði á bóndagarðinum. Alt gott frá bóndagarðinum endaði til matna hjá hesari fjølbroyttu familju, til stóra tøkk og vælsignilisi hjá einstaka megnararbeiðinum hjá Seboz.
Alt hetta broyttist tá ið tann ungi Seboz varð álagdur av statinum at fara í fólkaskúla, gott nokk á seinum aldri, tí hann longu varð vorðin hálvvaksin, tá ið skúlaboðini komu, men nakað sum varð álagt honum at gera; og hann so gjørdi. Bæði foreldur Seboz, við tungum huga, tóku undir harraboðum frá statinum um at nú skuldi barnagarðurin, tey sum høvdu náað skúlaaldur fáa eina vælsignaða statsordinera útbúgving.
Seboz var fyrstur í henda nýggja og lítla skúla av sínum systkinum á hesum allarfyrsta skúladegi. Okkurt um helvtin av systkinum vóru í hølinum á honum, og fylgdu Seboz, teirra beiggja sum tey øll hugdu upp til, inn í skúlastovuna. Lærarindan varð blíð og tíð við tey øll, og hon sá longu á fyrsta skúladegi hvussu høgt virdur og elskaður Seboz varð av sínum mongu systkin har, í skúlastovuni.
Eftir á lítla bóndagarðinum var hin helvtin av barnagarðinum, øll undir skúlaaldur. Tað vísti seg skjótt hvussu týdningarmikil Seboz hevði verið fyri at hjálpa mammuni við at taka sær av øllum børnunum. Foreldur Seboz noyddist at fáa sær hjálp, tí har gekk ikki í húsinum við øllum ófriðinum. So tey vendu sær til statin, ímeðan mátti bóndaríi liggja mestsum lami, meðan tey leitaðu sær hjálp. Meðan pápin var sendur runt frá stað til stað um hesa vælsignaða støðu tey vóru í, at hjálpa tey longu overvaða mammuni at taka sær av teim mongu yngru helvtina av børnunum, undir skúlaaldri, forfjónaði tað neyðuga arbeiði handan alt virksemi á bóndagarðinum. Hønsaegg vóru mestsum liggjandi í hønsahúsinum, neytini vóru ikki mjólka nóg væl, og ringast av øllum, hetta varð høgárstíð til at heysta gróðurin, nakað pápin fekk ikki rættiliga tikið sær stundir til orsaka av at Seboz, sum saman við tey eldra helvtini av systkunum, brúkti meginpartin av daginum at ganga frá og til sjálvt skúlan, og tí komu ikki aftur til teirra heim fyrr enn á miðjuna av kvøldinum. Eftir eina tíð, so fór ávøksturin fyri skeyti. Ta mesta arbeiði hetta várið, á hesum árið, varð mestsum alt spilt, tí avgrøðin varð mestsum sitandi í jørðini.
Staturin sá onga nyttu í at hjálpa hesari longu pressaðu bóndafamilju, meðan Seboz og hin eldra helvtin longu fingu tað neyðugu statsordineraða útbúgving á fólkaskúlanum, tað var arbeiði hjá foreldrunum at taka sær av børnunum undir skúlaaldri. Meðan alt datt sundur har heima, lærdu hin eldra helvtin av systkin hjá Seboz, og Seboz sjálvur, at lesa, skriva og rokna. Seboz var eitt natúr talent til rokning, tá ið hann ikki brúkti tíðina at læra frá sær til síni systkin.
Næsta ár, og várið kom.
Pápin hjá Seboz royndi at fáa lán í tí nýggja landbúnaðarstatsbankanum, men síðanni hansara bóndagarður var mettur at vera ov lítil til fígging, vegna manglandi trygd í tí metta virði bóndagarðurin var settur til av búskapardeildini hjá statsbankanum. Pápin var ovfarin, og føldi seg djúpt vónsviknan. Hann hevði nú ikki pengar til at keypa nóg nógv sáðkorn, og manglandi viðlíkahald av bóndagarðinum gjørdi ilt verri, samstundis sum hvat lítið av peningi tey høvdu spart upp, longu var alt uppbrúkt vegna teirra støðu av at ferðast aftur og fram, leitandi eftir hjálp frá statinum, ið aldrin kom.
Eftir einum skúlaárið, varð tað ov seint. Seboz og hansara eldra helvt av systkin vóru eitt skúlaár ríkari og høvdu lært ta mest grundleggjandi av at lesa, skriva og rokna. Bóndagarðurin varð seldur til spott prís til onkran ókendan mann, fíggjaður av landbúnaðarstatsbankanum.
Tað bleiv ikki fleiri av systkinum sum endaðu í henda sama fólkaskúlan, tvillingasystrarnar, ið høvdu rokkið skúlaaldur, til hetta skúlaárið. Tey øll vóru tuska av teirra høgt - nú ikki teirra ogn - virda bóndagarð og barndómsheim, og inn í stórbýin, í eina líttla íbúð, langt burtur frá landnámi og opið landslag.
Seboz gløddi upp og niður á henda undarligan heim, henda mangfoldigheit av fólkum sum øll sóðu sum út at hava skund, á degnum tey fluttu inn í býin við góðari hjálp frá faðirbróðirnum. Áðrenn tey øll komu til býin, legði Seboz til merkis at hvørgin av hesum mætu menn prátaðu sínamillum, og Seboz legði til merkis at har vóru nakrar jarn spannur við lok á, og nakrir bleiktrandi málipenlsar saman í lastini. Øll familjan fingu flutningshjálp við hansara niðurslitnum lítlum lastbili frá hesum stillisliga, men ímøtikomandi faðirbróðir.
Tey vóru møtt av tí fryntiliga vív av útleigarnum, sum sjálvur var onkra aðrastaðni. Hvar, vísti konan hjá útleigarnum ikki greitt, einans at hann var upptikin av arbeiðinum at umsita allari sína ogn.
Stillisligi faðirbróðurin hjálpti at taka av allar teirra fáu ognir tey megnaðu at fáa við sær frá bóndagarðinum. Nógv av tí tey áttu varð farið til nýggja ókenda eigaran av teirra bóndagarð. Aftaná avlastingina og eftir at kroysta øll teirra ting inn í íbúðina, høvdu báðir beiggjarnir eina stutta privata samrøðu sínamillum, og aftaná eitt lógvatak fór tann undarligi faðirbróðir avstað aftur við lítla lastbilinum.
Nú vóru tey her, í eitt fremmandarligt umhvørvi og millum nógv ókend menniskju. Hvat nú?
Sobez endurgav boðini frá sínum systkjum, eftir at øll høvdu sett seg til sættis í tronga íbúðini, tey vóru svong.
Pápin spurdi, fyri fyrstu ferð, sín son - Sobez - um ráð.
Sobez, eitt sindur bergtikin av sjálvræðinum og óvantaða álitinum, eftir stuttari umhugsan um sína tíð í fólkaskúlanum, segði at hann átti at lært hvat fólk í býinum livdu av, tí at tað varð íhvørtfall okkurt øll hesu fremmandafólk livdu av til lívsins uppihald. Seboz hevði lagt til merkis at nøkur býarfólk vóru væl í holdum, onnur minni so.
Pápin so gjørdi. Uttan himpr segði pápin teim øll farvæl, og álegði Seboz um at taka sær av familjuni, meðan hann fór út í býin at leita eftir arbeiði, fyri at breyðføða tey øll og til lívsins uppihald.
Eftir sótu tey øll, uttan pápanum, eftir í lítlu íbúðini, og bíðaðu eftir at faðir teirra kom aftur.
Tíðin gekk øgiliga spakuliga, sum tey bíðaðu. Børnini í barnagarðinum spurdu Sobez eftir hvar ið babba var. Sobez visti ikki hvussu hann skuldi svarað, og spurdi mammuna sum einans stóð og hugdi út gjøgnum køksvindeyga, hvirr, um hvat hann átti at sagt øll síni svongu systkin. Hon ypti øksl og segði onki, og helt áfram at hyggja út ígjøgnum vindeyga í køkinum uttan at venda seg til sítt elsta, og fyrsta, barn. Sobez sjálvur legði til merkis, út frá endurspeglingini frá vindeyganum, sum kvøldið nærkaðist, hvussu mamman hevði tárað, sjálvt um hon ikki vendi høvdinum frá køksvindeyganum. Ein spegilsmynd sum gjørdi Sobez keddan av lívinum.
Barnagarðurin høvdu lagt seg at sova, svong í song, meðan einans Sobez og mamman vóru enn vakin, langt út a kvøld, tá ið brádiliga har stillisliga bankaði uppá hurðina til ta lítlu íbúðina …
Tað varð babba! Seboz opnaði varisliga úthurðina til íbúðina, og stillisliga og gekk pápin ljóðleysur út í køkin, har vív hansara hugdi við tárum í eygunum beint á hann. Seboz sá einans ryggin á sínum pápa, ið tí hann umfevndni mammuna. Hann varð mikið troyttur og uttan eitt orð gav eitt klemm til sína konu, ið hevði vælsigna hann, og tey, við so nógvum lívsgávum, og hann helt um hana. Meðan Seboz einans sá tí breiða ryggin av pápanum, við mammusa hendur um hann. Tað sýndist sum um tey stóðu so, uttan rørslu og ljóðleys hesa vælsignaða nátt í tímavís. Seboz stóð enn uttanfyri køkin og eygleiddi tey soleiðis, inntil tað bleiv ov nógv, tí tað nívndi hansara mennsku so djúpt, at hann sjálvur, ljóðleysur og stillisliga legði seg í kamarið saman við tvillingarsystrarnar, á eitt teppi á gólvið undir liguna av teimum.
Morgunin eftir kom, øll vaknaðu svong.
Pápin segði við Seboz at koma við sær, og bað konu sína um at ansa eftir børnunum. Pápin og Seboz fóru í arbeiðsklæðini, tey somu kendu slitnu klæðir frá bóndagarðinum. Teir báðir fóru út, og báðir - lið um lið - stillisliga gingu á hesu asfalt og steinsettu gongugøtu. Tað tók pápanum eina løta at fóta sær á asfaltinum, hann kendi einans til jørð, stein og trø. Hetta var nýtt og óvantað annarleiðis fyri honum. Seboz skilti rættiliga ikki hvussu tað bar til hjá hesum mæta manni at hava ringt at fóta sær á hesari gongugøtu, sjálvur hevði Seboz ongan trupulleika at ganga har.
Sum teir báðir gingu lið um leið, hugdu teir at øllum hesum fólkunum á gongugøtuni. Pápin nikkaði til nógv fólk teir báðir gingu framvið, men øll antin stardi bara beint fram ella hugdu niður ella burtur. Eftir eina løtu gekk Seboz eitt sindur framum pápan, av óvart, tí Seboz legði ikki merkis til at pápi hansara var stegðaður upp, mitt á gongugøtuni. Seboz hugdi til sína lið, og pápin var ikki har, og hugdi so afturum seg, og har stóð hann - í allari hesari mannafjøldini - og høvd hansara hugdi beint niður, á asfasltið, eitt sindur burturi frá Seboz sjálvum. Seboz rann aftur til pápa sín og segði einans: “Hvat bagir?” og bíðaði eina løtu. Onki svar.
Seboz helt seg hóma at pápin varð tungur í huga. Tann ellars altíð smílandi pápin, hugdi einans niður nú, beint á sínar slitnu arbeiðsskógvar frá bóndagarðinum, sum hann hevði havt og umvælt sjálvur fleiri ferðir. Hann hevði átt fleiri pør av skóm upp ígjøgnum tíðina, tí hesar vóru hansara bestu higartil. Pápin hevði verið stoltur av hesum skóm, tí teir vóru nógv teir bestu hann hevði havt, men nú vóru teir næstan óbrúkiligir at ganga í, á hesum asfaltinum.
Seboz legði til merkis nú at, við sjón fyri søkn, at nú noyddist hann sjálvur taka upp leistin fyri at arbeiða fyri lívsins uppihald.
Teir skildust beint har.
Pápin fór aftur heim til sína vív og barnagarðin, meðan Seboz fór út í heimin.
---
Tað fyrsta Seboz gjørdi var at hyggja runt um seg. Hvar varð hann egentliga, hugsaði hann fyri sær sjálvum. Ein hálvvaksin drongur mitt í einari mannafjøld, við onki annað enn síni klæðir hann varð í, og eina niðurslitna íbúð har hansara familja búði. Upp og niður gongugøtuna vóru nógvir bygningar, hvør við sínum litríku skeltum við teksti á.
Eitt einkult grønt skelti við svørtum bókstavunum "Matvøruhandilin hjá Azo & Nam" fekk fatur í áhuganum hjá Seboz og hann fór inn ígjøgnum dyrnar íð høvdu eina glasrammu við sama heiti sum skeltið, og hurðin tók í ein ringiklokku og tað ljóðaði.
Eitt sindur firtin og næstan stammandi spurdi Seboz um hann kundi arbeiða har. Eitt asiatiskt par vóru handan diskin. Maðurin stóð stillur og kannaði henda undarliga skitna bóndadrongin og segði hart "Nei!", men áðrenn hann megnaði at lyfta hondina til dyrnar varð hann stegðaður av konuni. Hon segði okkurt á einum málið Seboz ikki kendi við sín mann, og maðurin risti við høvdinum meðan hann hugdi at Seboz. Konan, Azo, varð blíð við Seboz og segði við hann at var vælkomin at royna eina tíð í handilinum, fyri at vita hvussu tað mundið fara at ganga.
Allarfyrsta dagin brúkti Seboz til at sortera vørur á lagrinum og fylla vørur á hillarnar. Hann lærdi eisini eitt ting ella tvey frá teim mongu kundar sum komu á gátt fyri at keypa inn. Seboz arbeiddi líka inntil tey stongdu, seint út á kvøldið. Sum takk fyri gott arbeiði gav handilskonan Seboz nakrar gerandisvørur og ein heilan posa av útgingnan mat vørur. Handilsmaðurin varð imponeraður yvir hvussu raskur Seboz hevði verið allan arbeiðsdagin, og fyri fyrstu ferð fekk Seboz nakrar myntir, heim við til íbúðina hjá teimum.
Áðrenn Seboz náddi heim aftur til íbúðina, fór hann framvið ein biddara ið sat niðri á gongugøtuni við einum skelti úr papp pappír og á tí stóð "pengar til mat, vinarliga" og onki annað. Hann luktaði langa veg av spritt. Seboz einans risti við høvdinum og gekk framvið biddaran og inn til íbúðarbygningin har sum teirra heim varð.
Seboz var ikki meira enn komin inn um gáttina, at hann varð møttur av øllum barnagarðinum og mammuni sum helt báðar hendur sínar fyri munn og nøs, og bjóðaði honum inn-um. Seboz avleveraði matvørurnar til mammuna í køkinum við einum breiðum smíli, aftur um bæði oyru.
"Hvar er babba?" Spurdi Seboz mammuna. Hon hugdi niður í gólvið og segði onki.
Pápin varð farin út mitt á miðdegi og ikki komin afturíaftur, og sjálvt so seint sum Seboz varð komin aftur var pápin ikki komin heim aftur til tey øll.
Ikki fyrr aftaná miðjari nátt bankaði uppá dyrnar til íbúðina. Mamman rann til dyrnar og opnaði tær við einum rykki. Hinumegin duragáttina stóð pápin og sveiggjaði. Seboz lat eitt tár renna undan eyguni, ið tí spritt rómurin rakti hann.
Babba var skít. Mamman rópti og geylaði nógv hart at nøkur av teimum eldru børnini vaknaðu, men Seboz varð skjótur at hurra tey inn aftur í sovukømurini.
Næsti dagurin byrjaði nú annaleiðis; tey vóru øll nú mett og væl sett frá tí matið Seboz hevði havt við sær til tey øll.
Seboz fór tíðliga frá íbúðini. Pápin varð eftir í hølunum aftaná Seboz, men teirra vegir fóru hvør sína leið stutt frá íbúðini. Hvat pápin gjørdi fekk Seboz ikki at vita, og tað var nakað hann ikki legði nógv eiheldur í álíkavæl. Aftaná ein stutta tein var Seboz longu komin fram til matvøruhandilin, og henda morgunin smílti tey bæði aftanfyri diskin at fáa hann sum arbeiðsmann í handilin, so raskur sum hann varð.
Og enn einaferð fekk Seboz gratis útgingna matvørur og nú enn meira av myntum við heim til íbúðina. Við hetta lag, roknaði Seboz við at fáa nokk til íbúðar leiguna eftir einans eina arbeiðsviku.
Pápin var vekk allan dagin og náttina við. Mamman græt friðarliga einsamøll í teirra song. Seboz var skuffaður um tann ellars mergjaða pápa. Pápin kom ikki afturíaftur fyrr enn morgunin eftir, aftur til teirra íbúð, samstundis sum Seboz fór til arbeiðis.
---
Tveir mánaðir gingu og tað gekk so gott at nú høvdu keypsfólkini fingið ráð til at opna ein handil afturat, og Seboz varð tann fyrsti til at fáa starvið í nýggja handilinum sum dagsleiðari, og lønin bleiv tað meira, við tí meira ábyrgd.
Tað tók ikki longi fyrr enn ein íverksetari fingu eyga á Seboz, hann við sínum róliga lyndi og ótrúliga hug at arbeiða og gera tað gott fyri síni med-menniskju fekk møguleikan, ímeðan hann arbeiddi í hesum nýggja handil. Hann bleiv skjótt eitt kent navn millum fólk, enntá hjá hesum íverksetara sum tók hann til sín.
Tað vardi einans 2 vikur sum handilsleiðari at hesin mæti íverksetari tók Seboz undir sínar veingir og opnaði heimin upp til alt sum fyrigekk í íverksetara heiminum, og Seboz hevði einans gingi éitt ár í skúla, og bara lært at rokna, skriva og lesa! Tað floytaði íverksetarin á, og segði við hann: “Har eru nógvir útbúgvnir klovnar í íverksetarnar heiminum, tú ert ein eldsál og hevur eitt eyga fyri forrættning og ísetanarvirksemi sum eg aldrin havi sæð fyrr!”
Seboz, næstan beinanvegin, segði sítt starv upp hjá tí asiatiska parið, og bjóðaði teimum góða eydnu framyvir.
Tá ið Seboz kom heim aftur til íbúðina, aftaná at hann hevði tikið av tí tilboðinum hjá hesum mæta íverksetari spurdi mamma Seboz: “Er hetta tað sum tú veruliga ynskir?”, Seboz táraði eitt sindur og svaraði: “Eg veit ikki, eg geri hetta fyri tykkum øll, so tit kunnu fáa tryggar karmar og eitt betri livistað, enn hesa lítlu íbúð.”
Pápi Seboz varð nú heilt forsvunnin, og tað varð bara einar fáar hendingaferð hann dukkaði upp, drønskít frá skil og vit. Mamma Seboz græt hvørja ferð pápin varð og gjørdi sítt inntriv, og snakkaði um gamlar tíðir við børnini, ið vóru hjartkipt hvørja ferð tey sóu henda fyrrverandi mæta mann, faðir og bóndamaður, ið aldrin megnaði at seta seg til sættis í býinum. Seboz bleiv illur og keddur samstundis tá ið hann kom heim, hvørja ferð pápin hevði verið á gátt, tí pápin kom altíð heim meðan Seboz var og arbeiddi hjá íverksetarna fyritøkuni.
Seboz fann kærleikan í íverksetanar fyritøkuni, ein fryntilig ung dama, runt hansara hálv-vaksna aldur, og hon varð ró og friðarlig, líka sum Seboz sjálvur. Men tað skuldi ganga fleiri ár áðrenn Seboz bjóðaði hesari fitta damu út.
---
Eftir einans umleið 5 ár, varð Seboz longu, nú vaksin, í ovastu rók í íverksetanar fyritøkuni. Hann kom at arbeiða beinleiðis saman við íverksetarnum sum setti hann í hetta starv. Seboz hevði arbeit seg allan vegin fram til stjórastólin, nú íverksetarin mikli, fór frá fyri aldur og nýtti sítt odium í suður-londum.
Nú hevði Seboz ræði yvir eina av tí mætastu íverksetarnar fyritøkum í landinum - ikki fyrr en nú - spurdi Seboz ta fryntiligu, róligu og virksama skrivara sum varð ein trúføst varði í Sebozsa lív. Hon bleiv eitt sindur ovfarin tá ið hann spurdi hana út, men segði simpulthen: “Tað vil eg gjarna, Seboz”, og Seboz og hon fóru út til eina fína matstovu, sum hann nú átti, ið gjørdi framúrskaran matgerð, tað varð tjú-stappandi fult av fólki, hvønn dag; ið hevði Seboz at takka, tá ið hann hevði gjøgnum-gingi arbeiði og umstøðurnar hjá matstovuni. Eftir hetta vælsignaða máltíð, fóru tey nú heim til Sebozsa familju, ið nú búði í einum veldigum húsið, úti á landinum, burtur frá miðbýinum. Tey vóru altíð glað at fáa vitjan frá Seboz, sum nú jú arbeiddi fra morgun til kvøld, so tey sóu hann ikki so oftani. Barnagarðurin fingu nú góða undirvísing, tí tey øll gingu í skúla, og serstakiliga vóru tvillingarnir undir eina djúpa útbúgving sum læknar bæði longu byrjaði tíðliga í vaksnamanna aldur.
Tey sum vóru tvey, blivu eitt, eftir einans eina fríggjaratíð uppá minni enn eitt hálvt ár blivu Seboz og skrivarin gift. Øll vóru har, enntá pápi Seboz, sum tíanverri spilti løtuna eitt sindur, og bleiv vístur út, tí hann snakkaði í ørviti, drønskít aftur. Seboz var ikki keddur longur inn á pápa sín, hann varð illur yvir hansara uppførsil og drekkarí.
Tað fyrsta barnið, ein drongur kom undan eftir gott og væl eitt ár eftir at tey vóru blivin gift. Sonur teirra varð uppkallaður eftir pápa Seboz.
Eftir einans 5 ár varð eitt barn blivi til 4, tveir drongir og tvær gentur. Um sama mundið doyði íverksetarin mikli, og Seboz arvaði alt íverksetara fyritøkuna - nú varð allur heimurin frammanfyri Seboz og hann ordiliga spílaði út og bæði stovnaði ymsar fyritøkur, einsamallur, og saman við øðrum, men hann hevði altíð yvirhondina í hvørjari fyritøku hann stovnaði, tryggjaði sær at altíð eiga 51% av fyritøkum hann stovnaði - eitt einaveldi av aðrari verð, og fekk Seboz ikki sín vilja ígjøgnum at eiga í minsta lagið 51% tók hann ikki av, og lat tað gleppa. Nógvar fyritøkur sum hann ikki hevði fingið meiralutan í, keypti hann tá ið tað gekk illa hjá teimum virksemisliga fyri bíligan penga og megnaði at umskifta virksemi hjá teimum so tað gav ávøkstur.
Alt frá handlar, fabrikkir, tænastu-veitarar, hjá enntá fyritøkur sum hann stovnaði og veitti enntá tænastur fyri stjórnina. Alt stóð í boðið. Hann enntá varð á politisku vonginum og stuðlaði politikkarar sum vildu gerða eftir hansara harraboðum, við undirhonds avtalur aftanfyri læstar dyr.
Pápi Seboz doyði ein desembur dag. Hann varð funnin deyður undir eina brúgv. Hann hevði króka har um veturin, og deyður av kulda. Til jarðarferðina var einans familjan, Seboz, mamman, barnagarðurin, og tey 4 børnini og kona Seboz. Seboz vildi siga nøkur orð til jarðarferðina, men tagdi. Hetta fór at níva Seboz til endan av hansara lívið.
Einans 2 vikur seinni doyði mamma Seboz av krabbamein. Tá varð tað aftur einans familjan og Seboz sjálvur sum vóru til jarðarferðina hjá hesari mætu einkju. Til ta jarðarferð grótu øll og saknurin varð stórur. Seboz segði nøkur eggjandi orð til jarðarferðina í kirkjuni, um hennara lív og hvussu gott hon hevði tikið av øllum sínum børnum og ommubørnum, Seboz megnaði at, við grátirødd siga “Takk fyri alt, mamma, tú vart ein varði hjá okkum øllum. Friður verið við tær …”
---
Børnini vuksu upp, og allur barnagarðurin fóru teirra egnu leiðir og flestu fingu maka, eisini tvillingarnir sjálvi. Nú, sum miðaldrandi maður, gjørdi Seboz enn meira burturúr, og varð blivin so kendur at fleiri tíðindafólk og fólk annars vildu práta við Seboz og enntá fáa hansara autograf. Hetta irriteraði Seboz, sum nú einans vildi arbeiða - ein múgvandi maður varð hann blivin og átti og hevði fingrarnir í spælinum í øgiliga nógvum virksemi. Kona Seboz og tey 4 børnini, hevði hann enn stundir til at hittast og hava okkurt gott máltíð til, men tað vóru einans stokkutar løtur hetta vardið, tí Seboz varð í heilum avbrotin.
Børnini vóru blivin vaksin, og fingu makar sjálvi. Seboz gjørdi sær stundir, og breyt av arbeiðstíð til at hitta børnini í teirra egnu brúdleypum. Og nógv børn komu undan. Tá varð Seboz glaður aftur, endiliga, ið tí hann sá hvussu gott hansara børn vóru uppald. Kona Seboz varð ein varði á teirra leið, meðan Seboz brúkti ein stóran part av sínari tíð á kontorinum.
Árini gingu, og nú fingu sjálvt abbabørn Seboz teirra egnu familjur, og Seboz gjørdi tá av at seta ein stovn á stovn fyri abbabørnini, at fáa fíggjing til teirra egna lív. Abbabørn & langabbabørn Seboz løgdu ikki nógv til merkis til Seboz, fyri teimum varð hann einans ein skuggamynd, sum dukkaði upp í tíð og ótíð. Pengar ráða yvir øllum Seboz gjørdi, fyri tey. “Tit fáa einans løtuvinning burturúr hesum pengum eg eigi”, varð tað seinasta hann segði til síni abba- og langabbabørn, ið tí hann kvetti sambandið við abbabørn og langabbabørn síni. Tey 4 børnini skeldaðu Seboz, pápa teirra út, men kona Seboz stuðlaði Seboz í hansara avgerð, tó friðarlig sum hon varð, græt hon um hvussu fjart tað varð ímillum Seboz sjálvum, og abbabørnini og langabba børnini, men Seboz, treiskur, segði seg ikki vilja hava nakað at gera við tey; øll 4 børn Seboz tóku hetta upp fleiri ferðir við Seboz ígjøgnum árini, men Seboz var ikki til at prika ella stinga í, hann helt fast um sína avgerð at ikki samskifta við síni abbabørn og langabbabørn. Systkini mæltu eisini ímóti, men hann varð ikki til at rokka.
---
---
---
Høgt elskaða kona Seboz doyði eftir stutta sjúkralegu av krabbamein, og varð jarða í sama kirkjugarði sum síni egnu foreldur í familjukirkjugarðin, næreindis tí avsíðis lítla bóndagarð hann sjálvur vaks upp í, við liðuna av teimum í kirkjugarðinum. Seboz hevði lagt til rættis eina privata jarðarferð einans fyri Seboz, børnini og teirra hjúnafelagar, somuleiðis fyri abbabørnini og langabbabørnini.
Nakrar vikur aftaná funnu hansara arbeiðsfelagar hann deyðan við skriviborðið í sínum gevaldiga høgbygningi hann hevði arbeitt meginpartin av sínum lívið, frá tíðlíga á morgni til langt út á kvøld, enn sitandi í magiliga kontorstólinum við høvdinum fyrst hvílandi á.
Jarðarferðin hjá Seboz var umlýst allan heim av elstu dóttur hansara, og so høgt virdur sum hann var sum íverksetari, vóru ein rúgva av fólkum komin at fylgja hann til hansara seinasta hvíldarstað, sjokkfult av tíðindarásum úr mongum londum sendu beinleiðis jarðarferðina ímeðan arvingarnir sótu í limusinum, koyrd til heilt stóra kirkjugarðin hann skuldi jarðast, við einum spetakli av fólkum til staðar, ímeðan gylta kistan var lora niður í jørðina, við hansara arvingar fremst í køini at síggja tað.
---
“Tit fáa onki.”
---
Hetta varð alt í stóð á allar-fyrstu síðuni við einklum Times New Roman, 12 pt. stødd tektsi, mitt á papírinum, svart uppá hvítt.
Teir mongu arvingarnir, heilt niður til langabbabørn vóru ovfarin og skelkað, øll av teimum.
Nógv av abbabørnunum mótmæltu og hóttu við at taka hetta upp við arvarættin, einans fyri at fáa nakrir breyðmolar av tí ófatiligu stóru upphæddirnar og óteljandi mongu ognirnar ið vóru eftir Seboz. Meðan børnini, báðar døtur og báðir synir hjá Seboz, sótu einans við tárum í eygunum, hvirr.
Sakførarnir, ið umsettu arvaskjalið hjá honum, gjørdu greitt at øll ognin eftir honum skuldi setast í allar møguligar hjálparfelagskapir, alt frá felagskapum ið høvdu til endamáls at lyfta fólk úr fátækradømi runt allan heimin, felagskapir ið vóru fyri at betra nátturu umhvørvi - bæði við upplýsing og aktivismu - heilt til politiskir felagskapir, hvørs einasta endamál er arbeiði at avtaka kapitalismu.