Tá sangir skulu veljast til dagsings sunnudagsskúla, eru fleiri ymisk viðurskirfti, sum ein kann hugsa um. Millum annað hvørjir sangir hóska til dagsins tekst, og hvørjir sangir hóska til hvønn aldursbólk.
Evnir
Evnið í sangunum áðrenn og eftir dagsins tekst, skulu helst stuðla dagsins evnið.
Sí skjalið Sangbókin-yvirlit.pdf. Hetta er A4-síða, sum vísir allar sangirnar í bókini býtt eftir evnum. Hóskar væl at prenta út og seta x í. Eitt ark pr. dag í sunnudagsskúlanum.
Ymiskir aldursbólkar
Vanliga hava eldri børn ikki trupult við at syngja sangir, sum eru til yngri børn. Hinvegin megna yngri børn ikki at syngja sangirnar hjá teimum eldru. Í fyrsta umfari kann loysnin verða bert at syngja sangir til tey heilt smáu. Men avleiðingin av hesum kann verða, at tað verður so "barnsligt", at tey eldru ikki kenna seg heima. Hóast góða meining, so kunnu ov nógvir barnsligir sangir verða við til at styggja tey eldru børnini úr sunnudagsskúlanum. Avbjóðingin er at velja sangirnar soleiðis, at nakað verður til øll. Minst ein sang til hvønn aldursbólk.
Niðanfyri verður roynt at býta børn upp í nakrar aldursbólkar og meta um, hvørjir sangir hóska til hvønn aldursbólkin
Vøggustovubørn (0 - 3 ár)
Orðavalið er sera avmarkað. Børnini skilja ikki sangtekstirnar, men eru væl við uppá stemningin. Tekn og rørslur gera sera góðan mun.
Dømir: "Djúp og breið", "Skjótt fer tokið avstað", "Uppá tindar".
Barnagarðsbørn (3 - 6 ár)
Børnini duga at tosa og skilja nakrar sangtekstir. Tekstirnir skulu dugast uttanat. Tekn og rørslur kunnu brúkast.
Dømir: "O, o, o Gud mín góður er", "Tína dýrd tú offraði", "Í staðnum Betlehem".
Skúlabørn (7 - 12 ár)
Hesi duga at lesa og kunnu syngja úr bókini. Rørslur og tekn ikki neyðug. Í skúlanum eru tey von við at tosa um innihaldið og søguna í sangum og kvæðum.
Hesi hava brúk fyri sangum við meira sigandi innihaldi.
Dømir: "Bókin um Jesus", "Jesus hevur bók í Himli", "Vit lovprísa tær faðir".