Miðnám á Kambsdali - KT vegleiðingar
Á hesi síðu er ætanin at savna og skipa ymisku vegleiðingarnar, so tær eru lættar at finna aftur.
Á hesi síðu er ætanin at savna og skipa ymisku vegleiðingarnar, so tær eru lættar at finna aftur.
Skúlin brúkar "single sign on". Hetta merkir at næmingar sama brúkaramerki og loyniorð skal brúkast til allar skipanir skúlans.
Teldur skulu á "NAM" og telefonir á "MOBIL".
Við teldu og telefon ber til at síggja tímatalvu, skúlating, fráveru og annað.
So leingi næmingarnir ganga á skúlanum, hava teir atgongd til office-forritini. Bæði í skýnum og á egnari teldu.
Teams (herundir SharePoint og OneNote)
Outlook
Word, Excel og PowerPoint
OneDrive
Ein skipan, sum m.a. vísir næmingatíð fyri skrivligar uppgávur, lestrarætlanir, støðumet og próvtøl.
Til skúlagondina hevur tú brúk fyri einari teldu. Tað er ikki nóg mikið við einum Ipaddi ella einari Chromebook.
Skúlin veitir vegleiðing til næmingar, sum hava trupuleikar við at koma á netið ella hava trupulleikar við forritunum, sum vit brúka á skúlanum.
Næmingar hava ábyrgd av egnari teldu. KT-vegleiðingin hjálpir eitt nú ikki við hardware trupulleikum ella um teldur hava fingið virus.
Fyri at kunna luttaka í skúlans virksemi er neyðugt at installera nøkur forrit á telduna.
Kagi (browser). T.d. Edge, Safari, Chrome ella FireFox.
Viðhvørt er tað ein fyrimunur at hava meira enn ein kaga á telduni.
Office365 forritini á egna teldu.
Rættstavari
Nøkur forrit eru avmarka til ávísar lærugreinar ella til serlig viðurskiftir. Nøkur av hesum fáa sína egna undirsíðu við vegleiðingum.
Til dømis: Maple, Loggerpro, Flowlock (til próvtøkuna)
Til dømis í samband við bólkaarbeiði ella bólkauppgávur kann tað verða "praktiskt"/"handy"/"ein hjálp" at kunna deila dokumentir.
Umframt krøv til innihaldið í stórum uppgávum eru eisini formlig krøv til uppseting og annað.
Tá próvtøkur eru, eru netið sløkt! Undantikið WiseFlow og orðabøkur. Tì er neyðugt at hava alt viðkomandi tilfar offline.
Innlatingar skulu gerast í skipanina WiseFlow. Onkrar próvtøkur krevja hartil forritið FlowLock.
PDF-print er ein týandi partur av flestu skrivligum próvtøkunum.
Minst til at dagføra telduna javnan. Minst eisini til at sløkkja telduna “ordiliga” av og á. Ruddda upp í fílum og browsaradata(Historik) á telduni við jøvnum millumbili.
Tað er skilagott at hava meira enn ein browsara á telduni, tí allar heimasíður rigga ikki eins væl í øllum browsarum. Dømi um browsarar eru Chrome, Safari, Edge og Firefox. Browsarar eru ókeypis.
Best er at hava ein pdf lesara á telduni, tí nógv tilfar og uppgávur eru í pdf-formati. Vanligasti pdf lesarin er Adobe Reader, sum kann takast niður her: https://www.adobe.com/acrobat/pdf-reader.html
So leingi tú ert næmingur á skúlanum, hevur tú atgongd til kt-skipanir skúlans, eitt nú office-forritini. Um tú ynskir at varðveita tilfar aftaná at tú eru liðug/-ur á skúlanum, skalt tú minnast til at goyma tilfarið á egnari teldu.
Brúka egnan teldupost til privat viðurskifti.
Føroyski rættstavarin kann takast niður á telduna. Í løtuni riggar stavarin einans til Windows teldur, men vónandi verður hann tøkur til Mac-teldur skjótt. Leinkja til stavaran: https://divvun.org/
Eyðun Johansen,
KT-Umsitingarleiðari,
eyj@kambsdalur.fo,
Tel +298 610815 / +298 217201
Johnny Lamhauge,
KT-umsiting,
jnl@kambsdalur.fo,
Tel +298 610814